Gott nýggjár

Róðrarsamband Føroya vil við hesum bera øllum eina heilsan á nýggjárinum. Vit líta við takksemi aftur á árið sum fer, samstundis sum vit gleða okkum til árið, ið kemur. Vit fara at takka øllum rógvarum, róðrarfeløgum, stuðlum, alifyritøkum og eldsálum innan ítrótt fyri gott samstarv okkara tjóðarítrótt at frama. Gott nýggjár!

Landsliðið í inniróðri úttikið

Eftir at triðja og seinasta umfarið í úttøkukappingunum í inniróðri er farið aftur um bak, hevur Róðrarsambandið saman við landsliðsvenjaranum, Magnusi Debess Madsen, tikið út rógvarar, sum skulu umboða Føroyar í DM, EM og HM. Tey vaksnu fara at luttaka í EM, sum verður í Prag 11. januar 2020, og í HM, sum verður í…