Úttøka til DM/EM í inniróðri

Nú seinasta kappingin í inniróðri er farin afturum, verða rógvarar tiknir út til DM/EM í viku 50. Kappingin verður í Gladsaxe í Danmark leygardagin tann 26. januar 2019. RSF strembar eftir at úttaka rógvarar, ið megna at rógva so langt ella so skjótt sum tilskilað niðanfyri, tá ið kappingin verður. Aðrir bólkar eru afturat til…

Hallur dómari í 40 ár

Leygardagin 8. september skipaði Róðrarsamband Føroya fyri móttøku fyri Halli Ellingsgaard, sum í ár hevur verið dómari í 40 ár í føroyskum kappróðri. Hallur Ellingsgaard úr Oyndarfirði byrjaði fast sum dómari í kappróðri. Hetta var á Norðoyarstevnu 1978. Hallur var tá hjálpari hjá startdómaranum. Áðrenn hetta hevði Hallur dømt hendingar róðrar. Millum rógvarar er Hallur…

Venjari í inniróðri settur

Róðrarsamband Føroya skrivaði 31. juli undir avtalu við Magnus Debess Madsen um at verða venjari í inniróðri komadi vetur. Í fjør setti RSF Boga Olsen sum venjara, og eftirmetingin í vár staðfesti, at ein venjari er sera týdningarmikil at hava fyri menningina av føroyska inniróðrinum. Bogi valdi ikki at halda fram og søkir aðrar avbjóðingar.…