Varmakelda, innbjóðing

fugla-okidÍF Kappróður bjóðar øllum feløgum, at verða hjartaliga vælkomin til Varmakelduróðurin, ið verður leygardagin 4 juli 2015.

Sum vanligt byrjar Barnaróðurin kl 13 og FM-róðrarir kl 15.

Allir luttakandi bátar til barnaróður skulla verða komnir at standa á bátaøkinum í seinasta lagið kl 12.

Bátarnir sum luttaka í FM róðrinum skulla verða á bátaplássinum í seinasta lagið kl 14

Við dráttin (1) verða numrini útflýggjaði. Har verða eisini fólk, sum taka ímóti og ávísa pláss til bátarnar at standa.

Á pierinum (2) er brúgv til manningarskift og har koma eisini størri akfør at parkera.

Ábit til róðrafólk verður í hølum hjá ÍF kappróðri, ið liggur við dráttin (1).

Steypa handan (3) verður við Mentunarhúsið.

WC eru í kappróðraneystinum (4a) – Egningarmiðstøðini (4b).

Øll hjálparfólk hjá ÍF Kappróðri verða í orange vesti ella jakka

Kappróðraøkið:

Gjørt verður vart við, at bátar sum fara út á start málið ella hita upp, skulla halda seg til tað vestara landi.

500 m fasti starturin er festur í land á eystur síðu (undir Havsbrún). Hesin startur verður tikin vekk, líka so skjótt sum barnamanningar er lidnar at rógva..

1000 m er festur í land sunnan fyri Pelagos

Við róðrakvøðu

Vegna ÍF kappróður

Bettina Toftegaard

Formaður

stodfugla-okid 

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top