Tilmeldingarfreistin nærkast

Høvuðsstuðul

Við hesum vilja vit gera vart við freistina og mannagongdina fyri tilmelding av luttøku í FM-róðrunum í 2016.
Sum kunnugt, er Askur ikki virkin longur. Funkan á heimasíðu RSFs er via Askur, og er tí óvirkin í løtuni. Feløgini hava fingið avrit av tilmeldingar- og luttøkuseðlinum í telduposti, sum til ber at brúka. Á seðlunum stendur eisini, hvørjir møguleikar eru at fáa hann aftur til RSF.

Tað í lógunum, sum hevur serligan týdning nú, er merkt við reyðum.

Grein 1
Tilmeldan av bátum skal fara fram skrivliga til Róðrarsambandið í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fyrstu FM-stevnu,
sum er Norðoyarstevna t. 4. juni. Freistin er sostatt leygardagin 21. mei.
Um bátur ikki meldar til fyrstu FM-stevnu, skal báturin vera tilmeldaður 5 dagar áðrenn ta fyrstkomandi stevnuna, báturin ætlar at luttaka í. Hetta er galdandi fyri bæði nýggjar og gamlar bátar.
Tað skal bert tilmeldast ta einu ferðina, so verður báturin tilmeldaður restin av stevnunum av Róðrarsambandinum.

Grein 3.
Við fráboðan um luttøku skulu bátastødd og navn verða uppgivin. Eisini skal sigast frá, hvør ið bátsforðmaður verður á bátinum.
Einki felag kann tilmelda bátar við sama navni ella sama høvuðsnavni, so sum Gamlibátur og Nýggibátur.
Tá tilmeldingarfreistin er úti, skal RSF skipa fyri lutakasti til startnummarrøðina á fyrstu FM-stevnu. Tað verður álagt RSF at upplýsa dómarum, hjálparmonnum teirra og stevnufyrireikarum um startnummarrøðina. Valiga hósdag.

Grein 4.
Samstundis sum bátarnir verða tilmeldaðir, skal eisini tilmeldingargjaldið verða goldið.
Tilmeldingargjaldið er kr. 100,00 fyri árið, fyri hvørja manning, og skal verða flutt um peningastovn í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fyrstu FM-stevnu (21. mei). Eins gjald er fyri allar bátastøddir. Verður hesin peningur ikki goldin, sleppur báturin ikki at luttaka.

Grein 5.
Í seinasta lagi 5 dagar áðrenn fyrstu stevnu (vanl. mánakvøld) skal hvørt felag senda inn gildugan luttøkuseðil til Róðrarsambandið. Hesin luttøkuseðil er galdandi fyri allar stevnurnar.
Kemur nýggjur rógvari á onkran bát í kappingarárinum, skal hesin rógvarin tilmeldast skrivliga til Róðrarsambandi í seinasta lagið dagin fyri róð verður. Bátur, sum ikki hevur latið gildugan luttøkuseðin frá sær, sleppur ikki at rógva.

 

Gott kappingarár

FLEIRI TÍÐINDI

510454406_712928691483308_5808393881556274670_n
FJÓÐRI FM RÓÐUR AVGREIDDUR Á VARMAKELDA Í FUGLAFIRÐI
511259983_712928634816647_4521976721798753143_n
ÚRSLIT VARMAKELDA 2025
509418921_712959958146848_5689845131461512941_n
MANNINGAR Á VARMAKELDA 2025
511190529_712918064817704_8911394912858757379_n
STARTRØÐ - VARMAKELDA 2025
LTR1
LANGTEINARÓGVING Í NÝGGUM HAMI
FB_IMG_1750694194326
100 ára dagur og 100 manningar á Jóansøku
1 2 3 71
Scroll to Top