Betri veður kundi man ikki ynskja sær. Líkindini at rógva kapp vóru av teimum allar bestu og heitt var at standa á kaiini og hyggja. Sólin skein bæði oman og niðan. Heili 124 manningar vóru tilmeldaðar og er hetta met. Nógv fólk, ið høvdu leita sær oman á Eystaru bryggju at síggja kappróðurin.
Barnaróður gentur
Tað eru serliga bátarnir úr suðuroy, ið hava verið stinnastir millum gentumanningarnar, og tað skuldi eisini vísa seg á Ólavsøku. Tað varð Svalan úr Vágs kappróðrarfelag, ið vann Ólavsøkuróðurin og fekk eitt annaðpláss í FM. Broddur úr Sumbiar ítróttarfelag kom á mál sum nummar tvey, men tær høvdu fleiri stig á talvuni, enn Svalan, tí gjørdust tær FM vinnarar 2025. Hetta er sosatt eisini fyrsta FM-heitið til Brodd. Ingibjørg úr Havnar róðrarfelag gjørdist nummar trý, men Firvaldur av Tvøroyri fór avstað við triðjaplássinum í FM.
Barnaróður dreingir
Tað bleiv sera spennandi millum tveir teir fremstu bátarnar í hesum róðrinum. Fiskurin úr Vágs kappróðrarfelag og Havørnin úr Sandavágs ítróttarfelag lógu so sera javnir, áðrenn skotið bleiv fyri teimum. Tá avtornaði, vóru bara 8 hálvtrýsindapartar millum teir báðar og Fiskurin átti longra stráið og vann bæði Ólavsøkuróðurin og FM-heitið. Havørnin bleiv nummar tvey við líka nógvum stigum sum Fiskurin og nummar trý gjørdist Tekla úr Klaksvík, sum eisini hevur verið ein av oddabátunum í hesum bólkinum.
Gomul 6 mannafør menn
Her vóru tveir bátar tilmeldaðir, sum so ofta fyrr. Tað vóru Greivin og gamli Falkur. Tað sæst á bátunum, at teir hava ikki sama snið, sum teir nýggjaru bátarnir, ið eru bygdir til at rógva kapp. Hetta eru teir heilt gomlu bátarnir við tí gamla føroyska byggistílinum. Mennirnir umborð á gamla Falkinum vóru teir stinnaru í dag og vunnu á Greivanum, ið var 1,29 sekund aftanfyri.
5 mannafør kvinnur
Kjósin úr Kollafirði legði best frá starti, og vann seg beinanvegin eitt petti framum allar bátarnar. Beint aftanfyri hana var Fípan Fagra úr Klaksvík. Tá leið móti endanum, var Leikalind úr kappróðrarfelagnum Tindi, komin so mikið ájavnt við Fípuna, at tá skotið bleiv, var Fípan einans 10 hálvtrýsindapartar frammanfyri Leikalind. Kjósin úr Kollafirði vann so sera sannførandi, og bleiv eisini vinnarin av FM 2025.
6 mannafør kvinnur
“Lunnar brustu og jørðin skalv” og við góðum tøkum komu tær á mál sum nummar eitt, enn einaferð. Hesar megnar kvinnur hava vunnið allar róðrarnar í ár – sera sannførandi eisini. Tað er eingin bátur sum hevur givið teimum nakra merkisverda kapping.
Glyvrabáturin av Glyvrum bleiv nummar tvey – eisini í FM – og beint eftir hann kom Gongurólvur úr Havnar róðrarfelag. Hósvíksingur vann bronsuheiðurmerki í FM.
10 mannafør master
Her vóru tríggir bátar tilmeldaðir: Eysturoyingur av Glyvrum, Nólsoyar Páll úr Klaksvík og Vágbingur úr Vágs kappróðrarfelag.
Tað vóru fleiri kend andlit at hóma, millum rógvarnar, í hesum bátunum. Nólsoyar Páll vann hesa uppgerðina, Eysturoyingur bleiv nummar tvey 4,72 sekund aftanfyri og nummar trý gjørdist Vágbingur, nakað aftanfyri Eysturing.
5 mannafør gentur 14-16
Her var tað Kollur úr Kollafirði, ið gjørdist klárt nummar eitt og vann eisini gull í FM. Nummar tvey bleiv Tekla úr Klaksvík og nummar trý gjørdist Pílur úr róðrarfelagnum Knørri. Pílur vann silvurheiðusmerki í FM og Tekla bronsuheiðursmerki í FM.
8 mannafør menn
Við fullari stigatalvu kundi Ørvur kalla seg bæði Ólavsøkuvinnara og FM vinnara 2025. Teir vunnu eisini ein tryggan sigur á Ólavsøku.
Argjabáturin kom á mál sum nummar tvey, og samanlagt gjørdust teir bronsuvinnarar í FM Risin av Eiði gjørdist nummar trý, men vann silvurheiðursmerki í FM. Eisini vann Ørvur Kringvarpssteypið.
5 mannafør dreingir
Fípan Fagra úr Klaksvík reyk eisini avstað fyri fyrstaplássinum, bæði á Ólavsøku og í FM. Teir hava vunnið allar FM róðrarnar í ár.
Nummar tvey gjørdist Teistin av argjum, og fingu bronsuheiðursmerki í FM Nummar trý bleiv Kollur úr Kollafirði, men teir fingu silvur í FM.
6 mannafør menn
“Hann er reyður, hvítur, bláur sera sera knáur, altíð við í fremstu røð” – og tað kann ikki sigast betri. Sundabáturin, úr Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag, hevur vunnið allar róðrarnar í ár og vunnu eisini sannførandi í Havn. Strálan av Strondum hevur skarðað framúr í ár og teir blivu aftur hesaferð nummar tvey. Eitt sindur óvæntað kom Norðustovudánjal, úr Sørvágs kappróðrarfelag á mál sum nummar trý. Skúgvur úr Sandavágs ítróttarfelag bleiv nummar tvey í FM og Strálan av Strondum nummar trý í FM.
5 mannafør gentur 17-18
Tað var ein rúgva av hvítum bátum, sum komu um mállinjuna. Sílið úr Havnar róðrarfelag vann greitt, og hava tær eisini vunnið allar róðrarnar í ár. Firvaldur av Tvøroyri bleiv nummar tvey og nummar trý gjørdist Drekin úr Havnar róðrarfelag. Sílið vann eisini steypið hjá Niklasi úr Kolti fyri vakrasta áralag.
6 mannafør masters
Tað bleiv ein ótrúliga spennandi róður hjá hesum kvinnunum. Páll Fangi úr Klaksvík og Tvørábáturin lógu stavn um stavn og komu á mál við einans 3 hálvtrýsindapartrum á muni! Tað varð Tvørábáturin sum vann Ólavsøkuróðurin og eisini FM-heitið. Páll Fangi bleiv nummar tvey og vann harvið eisini silvuheiðursmerki í FM. Glyvrabáturin bleiv nummar trý og vann bronsuheiðursmerki í FM.
5 mannafør dreingir 17-18
Royndin Fríða úr Vágs kappróðrarfelag vann Ólavsøkuróðurin og FM heitið 2025. Fípan Fagra kom um mállingjuna sum nummar tvey og vann eisini silvurheiðursmerki á FM. Drekin úr Havnar róðrarfelag bleiv nummar trý og vann somleiðis bronsuheiðursmerki í FM.
10 mannafør menn
Tað var ein øgiligur rómur á kaiini, tá 10 mannaførini nærkaðust málinum. Tað kundi uttan iva hoyrast um alla Havnina. Vann Klaksvíksingur, so gjørdust teir føroyameistarar, men vann Havnarbáturin, so blivu teir føroyameistarar, so nógv stóð uppá spæl hjá hesum báðum manningunum. Aftaná nógv ár, kundi Havnarbáturin enduliga aftur kalla seg føroyameistarar. Teir byrjaðu væl og hildu seg frammanfyri Klaksvíksingin allan vegin. Klaksvíksingurin vildi ikki sleppa, og royndi sítt ítasta, men tað rakk ikki longur enn til eitt annaðpláss og harvið eisini eitt annaðpláss í FM. Norðingur bleiv nummar trý og fekk harvið eisini bronsuna í FM