Sverri Nielsen vann silvur

Høvuðsstuðul

Í døgunum 9 – 11. apríl 2021 hevur Sverri Nielsen luttikið í europameistaraskapinum, sum var í Varese í Norðuritalia. Sverri vann innleiðandi umfarið hósdagin, og kom víðari til semifinaluna leygardagin, har hann endaði á 2. plássi og kundi, sum einasti luttakarin í danska toyminum, luttaka í A-finaluni sunnudagin.

Í finaluni róði Sverri sum ætlað, men kyrra vatnið gav týska kappingarneytanum fyrimunir og gjørdu, at Sverri endaði á 2. plássi.

Hóast Sverri ikke kláraði at varveita vinnaraplássið í EM í singlesculler, er hann vælnøgdur við úrslitið.

Vit ynskja Sverra hjartaliga tillukku við silvur heiðursmerkinum.

FLEIRI TÍÐINDI

Urslit-BRIC-Sarita
Úrslit frá BRIC 2025
Føroyingar til BRIC 2025
Føroyingar til BRIC
Burn Róður 3
Burn Róður 3 á Kambsdali
Silvur-i-singapore-scaled
Silvur í Singapore
20241005_133316-scaled
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 3 - 2025/2026
20231209_114323-scaled
Stroyming BURN Róður 3
1 2 3 77
Scroll to Top