Spenningur á Vestanstevnu

Høvuðsstuðul

Tað var nakað av mjørka beint áðrenn kappróðurin byrjaði, men so klárnaði í og sólin kom fram. Til tíðir lotaði nakað, men heitt var at standa á kaiini og hyggja. Blíðskapurin var í hásæti og hýrurin góður. Tað dróg eitt sindur út, at fáa barnaróðurin í gongd og at leggja bátarnar, og tískil bleiv FM róðurin seinkaður hálvan tíma. 113 manningar møttu til start.

Barnaróður gentur
Spenningurin var sum altíð í hásæti, tá finalan hjá gentunum skuldi rógvast. Aftur hesaferð vóru tað serliga suðuroyarbátarnir, ið stungu av og løgdu seg fremst. Broddur, sum tær síðstu stevnurnar, tyktist hava mist stevið, gjørdi bart og vann. Tær komu á mál við tíðini 2:51.24. Nummar tvey gjørdist Firvaldur av Tvøroyri við tíðini 2:52.27 og nummar trý gjørdist vinnarin frá síðstu stevnu, Svalan, við tíðini 2:53.05.

Barnaróður dreingir
Tað varð ein sera spennandi róður hjá dreingjunum. Havørnin og Fiskurin vóru rættuliga tættir, men Havørnin vann við tíggju hálvtrýsindapartum. Teir høvdu tíðina 2:52.27. Fiskurin bleiv nummar tvey við tíðini 2:52.37 og á triðjaplássi kom Tekla úr Klaksvík við tíðini 2:53.34.

5 mannafør dreingir 14-16
Fípan Fagra vann róðurin í dag, við tíðini 5.24.42, við einari bátslong á Kolli, sum kom á mál við tíðina 5.27.05. Fípan Fagra úr Klaksvík hevur vunnið allar róðrarnar higartil, og hevur tískil fult stigatal. Fiskurin og Falkur vóru í harðari kapping um triðjaplássið. Har var tað Falkur úr Hósvík, ið vann, við tíðini 5.30.34.

6 mannafør kvinnur
Fyra bátar vóru við til hendan róðurin. Gongurólvur fekk besta startin og legði seg á odda, men tað gekk ikki leingi, so otaði Jarnbardur seg framum, og tær øktu spakuliga allan vegin við fleiri bátslongdum. Jarnbardur kann nú longu kalla seg føroyameistari 2025. Tær komu á mál við tíðini 5.35.08 . Nummar tvey bleiv Gongurálvur úr Havnar róðrarfelag við tíðini 5.45.31 og nummar trý gjørdist Glyvrabáturin av Glyvrum við tíðini 5.50.23. Hetta er samstundis 20’inda meistaraheitið hjá Jarnbardi í 6 mannafør kvinnum. Hjartaliga til lukku!

5 mannafør gentur 14-16
Tað var spennandi at vita, hvør fór við sigrinum á Vestanstevnu. Kollur og Pílur hava stríðst um oddasessin, men undan róðrinum var tað Kollur, ið hevði munin á stigatalvuni. Fleiri bátar startaðu væl. Marianna, Gulin, Tekla og Kollur høvdu besta startin, meðan hinir vóru nakað aftanfyri. Pílur fekk ikki góðan start og endaði so líðani eina stóra hálva bátslongd aftanfyri fremsta bátin. Kappingin lá millum Koll og Teklu at byrja við, men Pílur spílaði seg út og vann seg fram á fremstu bátarnar.
Kollur kom um mállinjuna sum nummar eitt við tíðini 5:54.14, Pílur bleiv nummar tvey við tíðini 5:56.32 og Tekla gjørdist nummar trý við tíðini 5:56.49, so har var tætt millum tvey og trý.

8 mannafør menn
Ørvur gjørdi greitt beinanvegin og legði seg á odda. Teir hava vunnið allar róðrarnar higartil. Argjabáturin meldaði seg uppí stríðið um annaðplássið, men tað bleiv Risin av Eiði, sum vann har. Ørvur vann við tíðini 4:55.22. Risin bleiv nummar tvey við tíðini 5:00.44 og á einum triðjaplássið endaði Argjabáturin við tíðini 5:01.30.

5 mannafør kvinnur
Tað eru serliga tveir bátar, sum stinga av í hesum róðrinum – Kjósin og Fípan Fagra. Teir bátarnir hava skifts um at vinna. Kjósin kláraði at vinna í dag, meðan Fípan úr Klaksvík endaði á 2. plássinum. Greitt nummar 3 gjørdist Leikalind úr róðrarfelagnum Tindi, sum var eina góða bátslongd frammanfyri nummar 4.

6 mannafør menn
Eingin ivi var um, hvør kom fyrstur á mál her. Sundabáturin úr Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag gjørdi bart og vann við tíðini 5:07.24, heili 8,01 sekund frammanfyri nummar tvey. Teir hava vunnið allar róðrarnar higartil. Feltið aftanfyri Sundabátin var rættuliga tætt, og vóru teir fleiri um boðið. Bert 3,2 sekund var millum annað og áttindaplássið. Strálan av Strondum hevur yvirraskað ofta í ár, og megnaðu teir at rógva seg fram á eitt flott 2. pláss við tíðini 5:15.25. Men ringt varð at avgerða, hvør bleiv nummar trý – so tætt gjørdist tað! Niðurstøðan varð tann, at bæði Skúgvur og Víkingur fingu triðjaplássið í dag. Teir komu báðir á mál við tíðini 5:15.44.

5 mannafør gentur 17-18 ár
Sílið startaði sera væl og legði seg beinvegin á odda. Sílið vann eisini hendan róðurin við tíðini 5:30.32 og hevur fult stigatal. Nummar tvey bleiv Firvaldur av Tvøroyri, ið var eina bátslongd aftanfyri Sílið, við tíðini 5:33.23. Meira spennandi bleiv kappingin um triðjaplássið. Har vóru tað 3 bátar, sum vóru sera tættir, men tann endaspurtin vann Títtlingur úr Havnar róðrarfelag. Sílið kann – aftaná hendan róðurin – kalla seg føroyameistari 2025. Hjartaliga tillukku!

10 mannafør menn
Klaksvíksingur var á odda í stigum, undan hesum róðrinum. Skuldi Havnarbáturin tryggja sær eitt føroyameistaraheiti á Ólavsøku, var sera umráðandi hjá teimum at vinna í dag. Norðingur var stinnastur í startinum, men skjótt kom Havnarbáturin framá hann og eisini framum. Teir hildu hendan leistin allan vegin, sjálvt um Klaksvíksingur royndi fleiri ferðir at koma forbí. Tá endaspurturin skuldi takast, varð róð av lívsins kreftum og varð tað Havnarbáturin, ið átti bestu tøkini og vann við tíðini 4:29.20. Klaksvíksingur gjørdist nummar tvey við tíðini 4:31.25 og nakað aftaná kom Norðingur við tíðini 4:36.33. Nú verður spennandi at vita, hvør fer avstað við føroyameistaraheitinum á Ólavsøku. Havnarbáturin og Klaksvíkingur liggja javnir við 39 stigum hvør.

Masters kvinnur
Hetta er næsti róðurin hjá masters kvinnunum í ár. Páll Fangi hevði besta startin og legði seg nummar eitt frá byrjan av. Glyvrabáturin og Tvørabáturin lógu javnir leingi, men so fekk Tvørabáturin hála seg framum. Leingi sá út til, at kvinnurnar umborð á suðuroyarbátinum fóru at blíva nummar tvey, men tá leið móti endanum átti Tvørabáturin tey knáastu tøkini og vann við góðari hálvari bátslongd við tíðini 5:29.09. Páll Fangi úr Klaksvík bleiv nummar tvey við tíðini 5:30.47 og var góða bátslongd frammanfyri Glyvrabátin. Glyvrabáturin gjørdist nummar trý við tíðini 5:33.47. Tvørabáturin og Páll Fangi liggja samanlagt á odda við 13 stigum.

5 mannafør dreingir 17-18
Drekin, Fípan Fagra og Royndin Fríða byrjaðu væl og lógu rættuliga javnir leingi. Serliga bleiv tað ein kapping millum Drekan og Royndina Fríðu, ið lógu stavn um stavn. Men tá avtornaði átti Royndin Fríða betru tøkini og vann greitt við tíðini 5:05.16. Fípan bleiv nummar tvey við tíðini 5:08.16 og Drekin bleiv nummar trý við tíðini 5:09.05

Takk fyri ein góðan og væl fyriskipaðan dag Sørvágs róðrarfelag.

FLEIRI TÍÐINDI

Urslit-BRIC-Sarita
Úrslit frá BRIC 2025
Føroyingar til BRIC 2025
Føroyingar til BRIC
Burn Róður 3
Burn Róður 3 á Kambsdali
Silvur-i-singapore-scaled
Silvur í Singapore
20241005_133316-scaled
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 3 - 2025/2026
20231209_114323-scaled
Stroyming BURN Róður 3
1 2 3 77
Scroll to Top