RUND ÓLAVSØKA

Høvuðsstuðul

Í sambandi við, at róð hevur verið á ólavsøku í 100 ár, hevur Suni Merkistein sent Róðrarsambandinum eina grein um søgunan og eitt yvirlit yvir, hvør hevur vunnið ólavsøkuróðurin hjá 10 mannaførum síðani 1924.

Vit takk Suna Merkistein fyri áhugaverdu greinina.

Ólavsøkuróður í 100 ár

Fáur man hava gáað um, at ólavsøkukappróðurin í ár var hin hundrandi í røðini, síðani farið var undir regluligan kappróður á tjóðarhátíð okkara.

Róð hevði kortini verið kapp á ólavsøku fyri 1924. Rasmus Effersøe var ein undangongumaður longu fyri aldamótið. Nakrar hissini royndir vórðu gjørdar, fyrst í 1887, síðani aftur í 1891 og 1893. So kom stígur í, men í 1918 tekur Andrea Árting táttin upp aftur, men árið eftir er eingin ólavsøkuróður.

So koma vit til 1924. Nú fæst reglulig gongd á. Og kanska ber til at siga, at danir bjargaðu okkum tjóðarítróttin. Í 1924 var nýggj lóg gjørd fyri løgtingið. Síðan 1852 høvdu amtmaðurin og prósturin verið fastir løgtingslimir og amtmaðurin løgtingsformaður. Við nýggju lógini mistu teir sínar sessir. Løgtingið skuldi nú sjálvt velja sín formann.

Tað mundi fáa donsku stjórnina at senda Carl Moltke, greiva til Føroyar at tala á tingi ólavsøkudag. Stórt fylgi kom við greivanum, sum júst hevði tikið við sum uttanríkisráðharri í fyrstu stjórnini hjá Stauning. Moltke læt steyp til fótbóltsdyst millum HB og danskar marinarar á hesi ólavsøku, og tá ið hann frætti, at striltið gekst at fáa menn at rógva kapp, var hann skjótur at lata eitt ferðastep – hitt fyrsta greivasteypið – til føroyingar at kapprógva um í 10. mannaførum.

Hetta tykist at hava gjørt mun. Greivasteypið eggjaði monnum at rógva á hvørjari ólavsøku í 10. mannaførum. Og tað er einans í 10. mannaførum, at róð hevur verið á hvørjari ólavsøku hesi hundrað árini síðani 1924. Okkurt av fyrstu árunum róðu bara 10. mannafør.

Í ár var so róð á hundranda sinni í eitt koyr við 10. mannaførum á ólavsøku. Og í ár eru eisini hálvthundrað ár liðin síðan farið var at rógva núverandi teinin innanfyri Molan. Tað byrjaði í 1974.

Niðanfyri sæst hvør hevur vunnið 10. mannafarsróðurin á ólavsøku øll árini síðani 1924. Til stuttleikar kann nevnast, at tann báturin, sum nólsoyingar róðu og vunnu í á ólavsøkuni í 1924, er til enn og stendur í varðveitslu á Fornminnissavninum.

Súni Merkistein

 

Ólavsøkukappróður í 100 ár (1924 – 2023)

Vinnarar 10. mannafør:
1924 Nólsoyingur
1925 Alfrida (Hest)
1926 Alfrida (Hest)
1927 Vestmenningur
1928 Vestmenningur
1929 Vestmenningur
1930 Grækarisbátur (Havn)
1931 Vestmenningur
1932 Vestmenningur
1933 Vestmenningur
1934 Suðuroyingur
1935 Vestmenningur
1936 Vestmenningur
1937 Havnarbáturin
1938 Havnarbáturin
1939 Vestmenningur
1940 Klaksvíkingur
1941 Vestmenningur
1942 Suðuroyingur (kvívíkingar)
1943 Suðuroyingur (kvívíkingar)
1944 Vestmenningur
1945 Vestmenningur
1946 Suðuroyingur
1947 Suðuroyingur
1948 Suðuroyingur
1949 Klaksvíkingur
1950 Havnarbáturin
1951 Havnarbáturin
1952 Havnarbáturin
1953 Vestmenningur
1954 Suðuroyingur
1955 Vágbingur
1956 Studenturin (Havn)
1957 Sumbingur
1958 Sumbingur
1959 Vestmenningur
1960 Sumbingur
1961 Havnarbáturin
1962 Suðuroyingur
1963 Suðuroyingur
1964 Sumbingur
1965 Sumbingur
1966 Eysturoyingur
1967 Havnarbáturin
1968 Havnarbáturin
1969 Sumbingur
1970 Skálabáturin
1971 Havnarbáturin
1972 Havnarbáturin
1973 Havnarbáturin
1974 Havnarbáturin
1975 Havnarbáturin
1976 Havnarbáturin
1977 Havnarbáturin
1978 Havnarbáturin
1979 Nólsoyingur
1980 Havnarbáturin
1981 Tvørábáturin
1982 Havnarbáturin
1983 Nólsoyingur
1984 Vestmenningur
1985 Nólsoyingur
1986 Nólsoyingur
1987 Vestmenningur
1988 Eysturoyingur
1989 Nólsoyingur
1990 Havnarbáturin
1991 Skálabáturin
1992 Skálabáturin
1993 Skálabáturin
1994 Skálabáturin
1995 Skálabáturin
1996 Havnarbáturin
1997 Vestmenningur
1998 Eysturoyingur
1999 Eysturoyingur
2000 Vestmenningur
2001 Havnarbáturin
2002 Vestmenningur
2003 Nólsoyingur
2004 Havnarbáturin
2005 Eysturoyingur
2006 Klaksvíkingur
2007 Eysturoyingur
2008 Havnarbáturin
2009 Klaksvíkingur
2010 Vestmenningur
2011 Klaksvíkingur
2012 Klaksvíkingur
2013 Klaksvíkingur
2014 Drekin Reyði
2015 Klaksvíkingur
2016 Ormurin Langi
2017 Klaksvíkingur
2018 Ormurin Langi
2019 Ormurin Langi
2020 Ormurin Langi
2021 Klaksvíkingur
2022 Klaksvíkingur
2023 Klaksvíkingur

Vunnið tilsamans:
Havnarbáturin 23
Vestmenningur 20
Klaksvíkingur 12
Suðuroyingur 9
Nólsoyingur 7
Skálabáturin 6
Eysturoyingur 6
Sumbingur 6
Ormurin Langi 4
Alfrida 2
Drekin Reyði 1
Vágbingur 1
Tvørábáturin 1
Studenturin 1
Grækarisbátur 1

Keldur:
“Drekin” – ein róðrarsøga (Niels Juel Arge)
Stavnur.fo

MYNDIR FRÁ TJÓÐSAVNINUM

FLEIRI TÍÐINDI

IMG_4542
ÁRSAÐALFUNDUR 2024
IMG_0785 (2)
FØROYSKT HEIMSMET Í INNIRÓÐRI
20240309_082621-scaled (1)
ÚRSLIT GRANDPRIX 4 – 2023-2024
ybPpAmsv7w8 (1)
STROYMING GRANDPRIX 4 – 2023-24
20210306_153615
STARTRØÐ – FM/GRANDPRIX 4 – 2023-2024
20240309_082621-scaled (1)
TILMELDINGARFREIST GRANDPRIX 4 / FM2024
1 2 3 52
Scroll to Top