RÓÐRARSAMBANDIÐ Á TRYGDARSKEIÐ

Hósdagin 1. mai vóru dómarar og umboð fyri Róðrarsambandið, á trygdarskeiði, á deildini hjá Vinnuháskúlanum við Áir. 

Skeiðið varð soleiðis snikkað saman, at tað hóskar seg til tær uppgávur, sum kunnu henda á einum kappróðrardegi. Dentur varð tí, millum annað, lagdur á  lívbjargandi 1. hjálp og at fáa fólk upp úr sjónum. Skeiðið var sera væl fyriskipað, læruríkt og stuttligt at verða á.

Skeiðið er ein liður í trygdarætlanini, sum varð orðað í 2022, og sum skal tryggja, at tey, sum eru við til at skipa og avgreiða kappróður, eru íklødd til eina og hvørja uppgávu, sum kann koma fyri, í sambandi við avgreiðslu av kappróðri.

Róðrarsambandið hevur fingið stuðul frá Betri Trygging, at senda fólkini á trygdarskeiðið og tað eru við sera takksom fyri. 

FLEIRI TÍÐINDI

Heiðursløtan 2026 Havnarbáturin
Heiðursløtan 2026
fb_img_1784734374975
ÚRSLIT ÓLAVSØKA 2026
Udklip
STROYMING BARNARÓÐUR - ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784734449661
MANNINGAR Á ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784734365285
STARTRØÐ - ÓLAVSØKA 2026
fb_img_1784035373943
ÚRSLIT SUNDALAGSSTEVNA 2026
1 2 3 93
Scroll to Top