Kappróður við áskoðarum – við tilmælum

Sundalagsróður verður í Runavík leygardagin, 19. juni 2021.

Í samráð við koronuráðgevingina verður gjørligt hjá áskoðarum at fylgja við róðrinum á økinum, har róðurin verður hildin, við tí treyt at tilmælini verða fylgd.

 

Fyrireikarar:

  • Tveir ella fleiri dráttir skulu vera tøkir – ein til 5-mannafør og ein til 6- 8- og 10-mannafør.
  • Bert kappróðrarfólk og teirra egnu hjálparfólk hava atgongd til økini við dráttirnar. Fyriskiparar skulu syrgja fyri, at vesir vera reingjørd og sóttreinsa vit stuttum millumbilum, og at nóg mikið av vesum eru til róðrarfólkið.
  • Fyriskipararnir kunnu skipa fyri stroyming av barnaróðrunum.

 

Rógvarar:

  • Meginreglan er, at manningarnar koma sjálvar á stevnu uttan hjálparfólk. Tær

manningar, sum hava tørv á tí – her verður serliga hugsað um 5-mannafør við barnamanningum og gentu/dreingjamanningum – kunnu hava í mesta lagi 2 hjálparfólk við per manning. 

  • Manning kemur á økið í mesta lagi ein tíma áðrenn flaggtíð og fer av økinum við dráttin beint eftir róðurin. 
  • Manningar og hjálparfólk, sum frammanundan hava hildið til í eini og somu “boblu” skulu royna at yvirhalda tilmælini, um ikki at blanda seg í størri fólkamongdir.
  • Í sambandi við manningarskift kemur fyrra manningin upp á land við bátinum og sóttreinsar bátin, áðrenn næsta manningin tekur yvir.
  • Hvør bátur hevur evnir til sóttreinsan við til at sóttreinsa bátin millum róðrarnar.
  • Einki ábit verður til rógvarnar.
  • Eingin heiðursmerkjahandan verður fyriskipað. Eitt umboð fyri hvørja manning fær

handað heiðursmerkini eftir róðurin.

 

Áskoðarar:

Áskoðarir vera bidnir um at halda seg frá økinum við dráttin og har manningarnar halda til, umframt at halda tilmæltu frástøðuna og ikki savnast í trunkum á bryggjuni

 

Endamálið við at skipa fyri róðrinum á henda hátt er, at verja róðrarfólknin fyri smittu.

 

FLEIRI TÍÐINDI

 MyRowingPhoto
HM í inniróðri 2026
Silvur-i-singapore-scaled
Innstilling til Ítróttanavnið 2025
Vár 46
Franskur meistari á 500m
RHM - Mattias Durhuus Januar 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - Januar
DM 2026, felagsmynd
Ungdómslandsliðið til DM 2026 – samandráttur
DM 2025
Stroyming: DM í Gladsaxe
1 2 3 79
Scroll to Top