JÓANSØKURÓÐURIN 2025 ER ÚTSETTUR TIL SUNNUDAGIN 22. JUNI

Góðu róðrarfólk og øll kappróðraráhugaði

Róðrarsamband Føroya vil við hesum boða frá, at róðurin á Jóansøku verður fluttur frá leygardegnum 21. juni til sunnudagin 22. juni. Avgerðin at útseta er gjørd eftir umfatandi samrøður við veðurkøn, baði fakfólk og staðkend fólk, umframt við Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

Veðurforsøgnin til leygardagin boðar frá nógvum vindi og serliga nógvum regni seinnapartin. Øll, ið hava verið við í metingini, eru á einum máli um, at róðrarlíkindini tá eru – í besta føri – óviss, og mest sannlíkt ov ring at avgreiða róðrarnar á tryggan og rímiligan hátt.

Tað er tó gleðiligt, at forsøgnin fyri sunnudagin er nógv betri: lítil vindur og bert smávegis avfall. Við hesum hava vit valt at flyta róðurin fyri at tryggja ein góðan Jóansøkuróður – bæði fyri børn og vaksin.

Ferðamøguleikarnir verða eisini tryggjaðir: Vit hava verið í samband við Strandferðsluna og koma tey við kunning um ferðaætlan so skjótt sum til ber. Nýggj startrøð verður gjørd tá vit vita ferðaætlanina hjá Smyrli.

Róðrarsamband Føroya og FSR harmast um støðuna, men vit vóna at øll eru forstáilig. Vit gera hettar fyri at tryggja, at Jóansøkuróðurin skal vera ein góð og minnisrík uppliving fyri allar luttakarar og áskoðarar.

Við róðrarkvøðu
Petur Hansen
Formaður í Róðrarsambandi Føroya

FLEIRI TÍÐINDI

WRVICH 2026 landsliðsúttøka
Landsliðsúttøka til HM í inniróðri 2026
 MyRowingPhoto
HM í inniróðri 2026
Silvur-i-singapore-scaled
Innstilling til Ítróttanavnið 2025
Vár 46
Franskur meistari á 500m
RHM - Mattias Durhuus Januar 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - Januar
DM 2026, felagsmynd
Ungdómslandsliðið til DM 2026 – samandráttur
1 2 3 80
Scroll to Top