Evnaríka havnakvinnan við fleiri heimsmetum er í ár innstillað til Ársins ÍtróttaNavn 2025 – ein viðurkenning, ið verður latin ítróttafólki ella -liði, ið hevur skarað framúr undanfarna árið og gjørt vart við seg á altjóða stigi.
Ítróttasamband Føroya skrivar soleiðis sum innstillingina hjá Vár G. Hansen
“Vár G. Hansen hevur í ár gingið á odda í inniróðri og verið ein drívmegi í at menna coastal rowing í Føroyum.
Hon hevur luttikið í sjey altjóða-, norðurlendskum- og lokalum innandurakappingum – og kappast í ellivu ymiskum róðrum. Úrslitini tala fyri seg: 8 gull, 1 silvur, eitt 4. pláss, og eitt 7. pláss.
Hon setti í ár tvey heimsmet á rógvimaskinuni og vann 2 HM-heiti. Hon vann silvur í VERSA Challenge, ið er heimsins mest avbjóðandi inniróðurskapping, og fýra gull í Bretsku meistarakappingini.
Hon er næstforkvinna í Róðrarsambandinum og hevur verið við til at menna coastal rowing í Føroyum: útvegað útgerð, sett gongd á, og í mai var hon við, tá føroysku coastal-róðrarbátarnir vórðu flotaðir.
Hon var síðani fyrsti føroyingurin í altjóða kapping í coastal rowing.
Vár G. Hansen er eitt fyrimyndarligt umboð fyri føroyska rógving. Hon lyftir sínar liðfelagar, hon er professionell og eldhugi hennara sæst bæði í føroyskum kappróðri og úti í heimi.
Við støði í úrslitunum og týdningarmikla íkastinum til at menna føroyska rógving hevur Vár Guriardóttir Hansen uppiborið heiðurin sum Ársins ÍtróttaNAVN 2025.
Hon er ein undangongukvinna, ein fyrimynd og eitt dømi um, hvat føroysk ítróttafólk kunnu røkka, tá áræði, arbeiði og vilji ganga hond í hond.”
Í kapping við Vár G. Hansen, um heiðurin “Ársins ÍtróttaNavnið 2025” eru, A-Landsliðið hjá monnum – fótbóltur og hondbóltsleikarin Jana Mittún.
Róðrarsamband Føroya ynskir Vár, hjartaliga tillukku við innstillingini.
Nú er greitt, at í ár eru tríggjar innstillingar úr kappróðrarumhvørvinum til ÍtróttaFAGNAÐIN 2025: Vár G. Hansen – Ársins ÍtróttaNavn, Pauli Joensen – Ársins ÍtróttaStjørnuskot og Hósvíkar Róðrarfelag – Ársins ÍtróttaFelagsskapur. Róðrarsamband Føroya fegnast um innstillingarnar. Hetta vísir, hvussu dugnaligar íkarar og sterkar og sunnar felagsskapir vit hava í kappróðrarumhvørvinum.
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður í Varpinum í Klaksvík leygarkvøldið 7. februar 2026 og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.