FLEIRI NÝGGIR VINNARAR Á SUNDALAGSSTEVNUNI

Høvuðsstuðul

Sundalagsstevnan í ár varð hildin í Hvalvík. Nakað av vindi var undan hjá bátunum og eisini sirmaði so gott sum alla tíðina. Men tað darvaði ikki róðrunum ella stemninginum á kaiini, tí har var væl av áskoðarum, at síggja til, og lagið var gott.

Fyrsta kappingin var hjá gentum, í barnaróðri, har Broddur úr Sumba, enn einaferð, vísti seg sum vinnara. Tær komu á mál við tíðini 2:33:35, sum var góð 2 sekund frammanfyri Firvald, ið bleiv nr. 2 við tíðini 2:35:38. Nr. 3 gjørdis Sævarmoy við tíðini 2:37:46.
Hjá barnaróðrinum við dreingjum gjørdist vinnarin hesaferð Havørnin úr Sandavági. Teir komu á mál við tíðini 2:37:32. Nr. 2 gjørdist vinnarin frá norðoyastevnu, Tekla, við tíðini 2:38:05 og á 3. plássið endaði Fiskurin úr Vági við tíðini 2:39.16.

Tað gekk nakað tvørligt at fáa barnaróðurin avgreiddan til tíðina, og hetta gjørdi, at róðrarnir blivu seinkaðir og tískil útsettir góðar 45 minuttir.

Hjá dreingjum 14-16 ár broyttist einki í oddinum. Fípan Fagra vann og aftaná teimum kom Kollur.
3. plássið fekk Falkur úr Hósvík, sum var afturi á einum 6. plássi á Norðoyastevnu.

Eitt sindur meira spennandi tyktist tað at verða, tá 6 mannafør við kvinnur løgdu til start. Á Norðoyastevnu vóru einans 2 bátar við, meðan hesaferð vórðu heili 5 bátar við.

Jarnbardur lat ongan iva verða, og vísti seg aftur sum sigurðsharra, men á 2. plássi kom Glyvrabáturin og eftir honum Hósvíksingur, ið endaði á einum 2. plássi á Norðoyastevnu.

Gentur 14-16 fingu ein greiðan vinnara í Hvalvík. Á Norðoyastevnu komu Kollur og Pílur javnt inn um málstrikunað við tíðini 6:05:36, men hesaferð varð Pílur fyrri og vann við tíðini 5:31:10, meðan Kollur kom á mál við tíðini 5:35:44. Nr. 3 gjørdis Ørnin úr Sandavági við tíðini 5:39:30, og fekk hála seg frá einum 6. plássi á Norðoyastevnu fram á eitt 3. pláss í Hvalvík.

Hjá 8 mannaførunum var eingin merkisverd broyting. Ørvur kom á mál sum nr. 1 við tíðini 4:42:41, Risin kom inn sum nr. 2 við tíðini 4:43:03 og á 3. plássi kom Gøtu Tróndur við tíðini 4:46:26.

Spenningur varð um oddasessin hjá 5 mannaførum við kvinnum. Við einans 9 hálvtrýsinstjúgundapartum, kláraði Kjósin at vinna á Fípuni Føgru, sum á Norðoyastevnu, nokkso greitt, vann 1. plássið.
Á 3. plássi bleiv Leikalind, úr felagnum Tindi, sum lá góð 6 sekund aftanfyri Fípuna.

Heldur ikki hjá 6 mannaførum við monnum varð nøkur broyting millum teir fremstu bátarnar. Sundabáturin var aftur stinnastur. Skúgvur kom um málstrikuna sum nr. 2 og Gongurálvur fekk aftur 3.pláss. Tó sást eitt stórt framstig hjá Stráluni, sum á Norðoyastevnu endaði aftast og hesaferð vann sær eitt 5. pláss.

Ein sannur gysari gjørdist, tá ið dreingir 17-18 ár nærkaðust málinum. Fípan Fagra, Royndin Fríða og Drekin vóru í einum bólki fyri seg. Beint áðrenn málstrikunað varð hørð kapping millum Fípuna Føgru úr Klaksvík og Royndina Fríðu úr Vági, og eyðnaðist tað Royndini at vinna við 14 hálvtrýssinstjúgundapørtum.
Á Norðoyastevnu endaði Royndin á einum 3. plássi, meðan Fípan vann og Drekin úr Havn bleiv nr. 2.

Ikki kann sigast annað, enn at fólk vóru spent til róðurin hjá 10 mannaførum við monnum.
Eftir fleiri ár í tungum andróðri, megnaði Havnarbáturin at vinna á Norðoyastevnu. Hetta hevur óivað givið Klaksvíksingi blóð uppá tonnina, tí hesaferð vístu teir Havnarbátinum hvør var stinnastur. Klaksvíksingur kom á mál við eini bátslongd framman fyri Havnarbátin, sum var eina bátslongd frammanfyri Norðoying.

Síðsti róðurin, á degnum, varð hjá gentum 17-18 ár. Har kundi Havnar róðrarfelag sanniliga gleðast, tí tey áttu ikki minni enn 1., 2., 3. og 4. plássið.
Sílið bleiv nr. 1, Títtlingur nr. 2, Skansin nr. 3 og Drekin nr. 4 (eisini var Ingibjørg úr HR við, ið endaði á aftasta plássið).

Róðrarsambandið vil her nýta høvi at takka Hvalvíkar Steymnesar Róðrarfelag, fyri ein góðan og spennandi dag. Sum flest øllum kunnugt, so er nógv sjálvboðin arbeiðsmegi partur av fyrireikingum til ein kappróður. Vit takka so hjartaliga fyri alt arbeiði, og ikki kann sigast annað, enn at dagurin gekk fyrimyndarliga væl. Takk fyri.

FLEIRI TÍÐINDI

510454406_712928691483308_5808393881556274670_n
FJÓÐRI FM RÓÐUR AVGREIDDUR Á VARMAKELDA Í FUGLAFIRÐI
511259983_712928634816647_4521976721798753143_n
ÚRSLIT VARMAKELDA 2025
509418921_712959958146848_5689845131461512941_n
MANNINGAR Á VARMAKELDA 2025
511190529_712918064817704_8911394912858757379_n
STARTRØÐ - VARMAKELDA 2025
LTR1
LANGTEINARÓGVING Í NÝGGUM HAMI
FB_IMG_1750694194326
100 ára dagur og 100 manningar á Jóansøku
1 2 3 71
Scroll to Top