FJÓÐRI FM RÓÐUR AVGREIDDUR Á VARMAKELDA Í FUGLAFIRÐI

Høvuðsstuðul

Fjórða FM stevnan í ár, varð hildin í Fuglafirði. Nakað, sum altíð hevur týdning til eina stevnu og sum allir føroyingar ofta tosa um, er veðrið, og tað var einki undantak í Fuglafirði.

Líkindini at rógva kapp vóru av teimum allarbestu, og gekk tað væl at avgreiða allar róðrarnar. Tó varđ barnaróđurin naka seinkađur, tí starturin lá ikki heilt sum hann skuldi, men tað bleiv skjótt orðnað og fingið í rættlag.

Barnaróður gentur
Genturóðurin er ein stórur róður, og tí mugu tær rógva í tveimum riðlum. Í fyrra riðlinum gjørdist Firvaldur av Tvøroyri nr. 1, Svalan úr Vági nr. 2 og Jomfrúgvin úr Vestmanna nr. 3.

Í næsta riðlinum gjørdist Kellingin av Eiði nr. 1, Tekla úr Klaksvík nr. 2 og Broddur úr Sumba nr. 3. Tá finalan skuldi rógvast, bleiv tað Firvaldur, sum kom fyrstur um mállinjuna. Beint aftaná, einans 22 hálvtrýsindapartar aftanfyri, kom Svalan og nr. 3 gjørdist Kellingin. Broddur, sum hevur klára seg sera væl, í barnaróðurinum hjá gentum, endaði á 4. plássið.

Barnaróður dreingir
Í dreingjaróðrinum er eitt sindur skiftandi í oddinum. Oddabáturin til síðstu stevnu endaði á triðjaplássinum og nummar trý til síðstu stevnu, datt aftur á eitt fjórðapláss. Hesaferð bleiv tað Fiskurin úr Vági, sum kom á mál við tíðini 2:43.25. Havørnin úr Sandavági bleiv nr. 2 við tíðini 2:44.25 og nr. 3 gjørdist Tekla úr Klaksvík við tíðini 2:44.46.

5 mannafør dreingir 14-16 ár
Í hesum róðrinum var ikki nakað ivamál um plássini. Greitt nummar 1 bleiv Fípan Fagra úr Klaksvík við tíðini 5:12.17. Nummar 2 bleiv Kollur úr Kollafirði við tíðini 5:16.47 og nummar 3 endaði Teistin av Argjum við tíðini 5:20.08. Einasti veruligi spenningurin sum varð, var millum Falk úr Hósvík og Fiskin úr Vági. Har bleiv bara 4 hálvtrýsindapartar á muni, har Falkur var tann fremri og bleiv nr. 5.

6 mannafør kvinnur
Same procedure as every year, um vit skulu taka eitt brot úr skemtileikinum, Dinner for One. Hetta kann ikki sigast betri um Jarnbard. Tær koyrdu á og endaðu aftur langt fremt – leggjast kann aftrat, at hetta var sigur nummar 121 tilsaman. Aftaná teimum kom tann guli báturin av Glyvrum, Glyvrabáturin og á 3. plássinum endaði Tvørabáturin. Eingin ivi var um nakra plasering í hesum róðrinum.

5 mannafør gentur 14-16 ár
Tað eru serliga tveir bátar sum hava stríðst um oddasessin, neviliga Kollur og Pílur, men í dag broyttist tað, tí vinnarin hesaferð gjørdist Tekla úr Klaksvík við tíðini 5:36.34. Nummar 2 bleiv Kollur við tíðini 5:39.22 og sum nr. 3 gjørdist Broddur úr Sumba við tíðini 5:41.16. Pílur, úr Knørra róðrarfelag, sum hevur ligið sera frammarlagað, endaði á fjóðraplássinum.

8 mannafør menn
Her var heldur eingin ivi um støðuna hjá teimum fremru bátunum. Ørvur úr Havnar róðrarfelag kom aftur á mál sum nummar 1 við tíðini 4:36.46. Hetta er fyrsti sigurin hjá teimum á Varmakeldu síðani 2003. Risin av Eiði bleiv nummar 2 við tíðini 4:41.49 og nummar 3 gjørdist Argjabáturin av Argjum við tíðini 4:43.42.

5 mannafør kvinnur
Fípan Fagra, sum hevur ligið nokkso støðugt á einum 2. plássi, megnaði at hála seg fram á 1. plássi aftur – síðani á Norðoyastevnu. Hetta er fyrstu ferð at Fípan, við kvinnum, vinnur á Varmakeldu. Tær gjørdust greitt nr. 1 við tíðini 5:19.29. Nr. 2 bleiv Kjósin úr Kollafirði, ið var eina bátslongd aftanfyri Fípuna, við tíðini 5:22.03 og nr. 3 gjørdist aftur Leikalind úr felagnum Tindi við tíðini 5:23.45.

6 mannafør menn
Sera spennandi varð tað millum Sundabátin, úr Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag og Skúgv úr Sandavági. Leingi lá Skúgvur ein hálvan skut frammanfyri Sundabátin, men tá einans 50 metrar vóru eftir av róðrinum, setti Sundabáturin á og vann seg ein hálvan skut frammum Skúgv við tíðini 4:54.30. Skúgvur hevði tíðina 4:54.43 og nummar 3 gjørdist Sølmundur av Glyvrum við tíðini 4:59.06. Hetta var róður nummar 91 hjá Sundabátinum, og hava teir vunnið 31 róðrar av teimum 91.

5 mannafør dreingir 17-18 ár
Spenningur var frá fyrsta skoti, tá hesar manningarnar skuldu rógva. Báturin við Kemilux-merkinum, Drekin úr Havnar róðrarfelag, Fípan Fagra úr Klaksvík og Royndin Fríða úr Vági høvdu eina harða kapping allan vegin. Serliga gjørdist kappingin millum Fípuna og Royndina, tí tá skotið bleiv fyri nummar 1, sum gjørdist Fípan Fagra, var einans hálvur skutur á muni aftur til nummar 2, sum bleiv Royndin. Líka í hølinum á teimum, sum nummar 3 kom Drekin. Sigast kann, at hetta var sigur nummar 10 hjá Fípuni í hesum aldursbólkinum.

10 mannafør menn
Rómurin var øgiligur millum áskoðarnar, tá 10 mannaførini komu skúmandi. Norðingur átti besta startin, men skjótt legði Havnarbáturin seg fremst og næst honum, ein lítlan skut aftanfyri, Klaksvíksingurin. Klaksvíksingurin royndi at gera fleiri atsóknir, men Havnarbáturin róði av lívins kreftum og vann við trýkvarts bátslong við tíðini 4:28.29. Klaksvíksingur kom á mál sum nummar 2 við tíðini 4:30.25 og nummar 3 bleiv Norðingur við tíðini 4:32.18. Síðst Havnarbáturin vann á Varmakeldu, var í 2001, sum eru 24 ár síðani og fjóðri sigur á Varmakeldu samanlagt síðani 1979.

5 mannafør gentur 17-18 ár
Síðsti róðurin á degnum, var tann hjá 5 mannaførum gentum eldri. Nummar 1 gjørdist Sílið úr Havnar róðrarfelag við tíðini 5:32.14. Nummar 2 bleiv Firvaldur av Tvøroyri við tíðini 5:34.17 og nummar 3 Drekin, úr Havnar róðrarfelag, við tíðini 5:35.42.

Ein frálíkur dagur við nógvum spennandi og góðum úrslitum.
Takk fyri eina góða stevnu ÍF Kappróður.

FLEIRI TÍÐINDI

510454406_712928691483308_5808393881556274670_n
FJÓÐRI FM RÓÐUR AVGREIDDUR Á VARMAKELDA Í FUGLAFIRÐI
511259983_712928634816647_4521976721798753143_n
ÚRSLIT VARMAKELDA 2025
509418921_712959958146848_5689845131461512941_n
MANNINGAR Á VARMAKELDA 2025
511190529_712918064817704_8911394912858757379_n
STARTRØÐ - VARMAKELDA 2025
LTR1
LANGTEINARÓGVING Í NÝGGUM HAMI
FB_IMG_1750694194326
100 ára dagur og 100 manningar á Jóansøku
1 2 3 71
Scroll to Top