Eingin kappróður í 2020

Róðrarsamband Føroya hevur avgjørt, at skipað verður ikki fyri FM kappróðri í ár. Róðrarsamband Føroya hevur í kvøld kunnað kappróðrarfeløgini um avgerðina, og kappróðrarfeløgini taka undir við avgerðini hjá Róðrarsambandi Føroya.


Róðrarsamband Føroya gjørdi saman við kappróðrarfeløgunum eitt uppskot um, hvussu venjing kann skipast, og hvussu kappróður kann avgreiðast við atliti at tilmælunum frá myndugleikunum um smittufyribyrging.


Koronaráðgevingin hevur mett um uppskotið, sum varð gjørt um skipan av kappróðrinum í ár. 


Koronaráðgevingin metir ikki, at tað er møguligt at rógva kapp á tryggan hátt út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði í koronatíðum. Fjarstøðan millum bekkirnar er ov stutt og andingin hjá rógvarunum av góðum grundum stór og kraftmikil. Hetta hevur við sær, at eitt felags útandingarsirm vil liggja um bátin, so allir rógvarar eru í smittuvanda. Mett verður ikki, at møguleikar eru fyri verndarátøkum so sum maskum og handskum. Koronaráðgevingin mælir tí frá at rógva kapp í ár.


Vísandi til greiðu boðini frá Koronaráðgevingini, mælir Róðrarsamband Føroya somuleiðis frá, at vant verður í bátunum.


Róðrarsamband Føroya harmast um støðuna, men vit meta ikki, at vit kunnu víkja frá greiðu niðurstøðuni hjá Koronaráðgevingini

FLEIRI TÍÐINDI

Logo_redigeret
Innkalling til aðalfund
DM2025-scaled
Ungdómslandsliðið til DM Úttikið
Samskipari Heimasíða
RSF fær nýggjan samskipara
Gleðilig Jól 2025
Gleðilig Jól
RHM desember 2025
Rógvarin Hendan Mánaðin - Desember
Urslit-BRIC-Sarita
Úrslit frá BRIC 2025
1 2 3 78
Scroll to Top