Coastal Rowing – altjóða ítróttagrein nú eisini í Føroyum

Coastal rowing ella sjóróður, sum hann eisini kann kallast, er altjóða ítróttargrein, sum hevur vakt ans fyri sín dynamiska og spennandi karakter. Mótsatt vanligan róður á stillum vøtnum fer coastal rowing fram á opnum havi við øllum teimum avbjóðingum, sum sjógvur og veður hava við sær, og sum vit øll kenna aftur frá føroyska kappróðrinum. Tað krevur serligan teknikk og kropsliga styrki at meistra brim, streym og ójavnan sjógv í hesum bátum. Coastal rowing er meira visuell og hevur eina spennandi kappingargongd, sum eisini ger ítróttina serliga væl egnaða til áskoðara, og hevur alt hetta verið við til at gera hann áhugaverdan fyri altjóða ítróttarsambond. Tískil er coastal rowing nú ávegis at gerast partur av Olympisku leikunum í 2028.

Í Føroyum hevur áhugin fyri hesi greinini eisini víst seg. Í 2020 tók Róðrarsamband Føroya (RSF) fyrsta stigið til at menna coastal rowing í Føroyum og keypti tá tveir coastal double scull bátar. Hetta varð gjørt við vónini um, at ítrótturin kom á OL-skránna, soleiðis at føroysk rógving kundi gerast partur av hesi nýggju altjóða kappingargrein.

Aftaná nøkur ár við útgerðini á goymslu, varð eitt týðandi stig tikið fyrr í ár, tá árarnar til bátarnar vórðu keyptar. Hetta ger tað møguligt at fáa bátarnar á sjógv. Samstundis hevur RSF fingið stuðul frá Modest Sport, sum hevur latið ein Edon single scull bát. Hesin báturin er vælegnaður til upplæring, tí hann er støðufastur, lættur at stýra og koppar ikki. Hann gevur ein góðan pall at læra rætta teknikkin í scull-rógving, ið er grundarsteinurin í coastal rowing.

11 mai 2025 var stórhending í føroyskari coastal rowing, tá bátarnir loksins vórðu flotaðir. Hetta markeraði byrjanina til eina nýggja grein í rógving í Føroyum og skapar hetta møguleikar fyri venjing og kapping á altjóða stigi.

Við góðari útgerð, íðkarum og feløgum, sum eru klár at leggja orku í nýggjar leiðir, er coastal rowing í Føroyum á einum spennandi byrjanarstigi. Kanska verður tað í framtíðini ein føroyskur rógvari, sum luttakar í OL – í júst coastal rowing.

FLEIRI TÍÐINDI

 MyRowingPhoto
HM í inniróðri 2026
Silvur-i-singapore-scaled
Innstilling til Ítróttanavnið 2025
Vár 46
Franskur meistari á 500m
RHM - Mattias Durhuus Januar 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - Januar
DM 2026, felagsmynd
Ungdómslandsliðið til DM 2026 – samandráttur
DM 2025
Stroyming: DM í Gladsaxe
1 2 3 79
Scroll to Top