Nú seinasta kappingin í inniróðri er farin afturum, verða rógvarar tiknir út til DM/EM í viku 50.
Kappingin verður í Gladsaxe í Danmark leygardagin tann 26. januar 2019.
RSF strembar eftir at úttaka rógvarar, ið megna at rógva so langt ella so skjótt sum tilskilað niðanfyri, tá ið kappingin verður.
Aðrir bólkar eru afturat til EM/DM, men eingin hevur luttikið í vetrarkappingunum í teimum bólkunum.
Gentur 13 ár, longri enn 740m uppá 3 min.
Dreingir 13 ár, longri enn 770m uppá 3 min
Gentur 14 ár, longri enn 1050m uppá 4 min.
Dreingir 14 ár, longri enn 1100m uppá 4 min
Gentur 15 ár, 2000m undir 7:45.
Dreingir 15 ár, 2000m undir 6:45
Gentur 16 ár, 2000m undir 7:40
Dreingir 16 ár, 2000m undir 6:40
Gentur 17 ár, 2000m undir ...
Mere
Leygardagin 8. september skipaði Róðrarsamband Føroya fyri móttøku fyri Halli Ellingsgaard,
sum í ár hevur verið dómari í 40 ár í føroyskum kappróðri.
Hallur Ellingsgaard úr Oyndarfirði byrjaði fast sum dómari í kappróðri. Hetta var á
Norðoyarstevnu 1978. Hallur var tá hjálpari hjá startdómaranum. Áðrenn hetta hevði Hallur
dømt hendingar róðrar.
Millum rógvarar er Hallur best kendur sum startdómari, men røkir
hann eisini uppgávurnar sum høvuðs- og máldómari.
Á samkomuni handaði Sigurð Rasmussen frá ÍSF Halli silvurnál ÍSFs fyri hansara 40 ára langa
sjálvbodna íkast til tjóðarítrótt okkara.
Hallur er framvegis virkin sum dómari, og nýta hini í dómaratoyminum gott av hansara
drúgvu royndum.
RSF takkar fyri ...
Mere