Álvarsligt óhapp á vestanstevnu 2022

Á vestanstevnu í gjár, 16. juli 2022 hendi eitt álvarsligt óhapp, sum gjørdi, at Sjóherji við 6 mannaførum masters kvinnum koppaði.

Óhappið hendi úti á startinum, áðrenn róðurin hjá seksmannaførum kvinnum masters skuldi skjótast í gongd. Startlínan var slakkað, og ein bogi kom í línuna úteftir av fjarandi sjógnum. Tá startlínan varð strammað upp, lá Sjóherji omaná, soleiðis at startlínan kom upp undir árarnar á stýriborðssíðu. Báturin koppaði av hendingini, og manningin endaði á sjónum.

Fólk á staðnum bóru skjótt at, og manningin á Sjóherja varð beinanvegin fingin upp úr sjónum og inn á land, har neyðug hjálp var klár. Eftir stuttari løtu fekk manningin eisini bjóðað kreppuhjálp frá serkønum.

Hinar masters kvinnumanningarnar og formenn/-kvinnur í øllum róðrarfeløgum fingu somuleiðis SMS-boð við tilboði um kreppuhjálp á staðnum til tey, sum høvdu tørv á tí.

Róðrarsambandið harmast um, at almenn kunning ikki kom út so skjótt, sum óhappið hendi. Øll á staðnum vóru upptikin av at hjálpa manningini á Sjóherja á besta hátt, og hetta varð raðfest fram um alt annað. Róðrarsambandið harmast somuleiðis um, at bland kom í bátanøvnini í kunningini, har Sjódrekin hjá Skála Róðrarfelag av misgáum varð nevndur.

Eftir óhappið kann Róðrarsambandið staðfesta, at tilbúgvingin hjá Róðrarsambandinum, fyrireikarunum og øðrum virkar til fulnar, og at øll, sum hava hjálpt til í støðuni, hava rós uppiborðið.

Róðrarsambandið tekur støðuna í størsta álvara og tekur neyðug stig fyri at tryggja, at slíkt ikki endurtekur seg.

Hetta verður gjørt á fundi í kvøld, har umboð fyri Róðrarsambandið og fyrireikararnar av vestanstevnu luttaka og eftirmeta hendingina.

 

 

 

FLEIRI TÍÐINDI

20250308_095016-1
ÚRSLIT BURN RÓÐUR 1 - 2026/2027
FB_IMG_1790697644984
STROYMING BURN RÓÐUR 1 2026/2027
FB_IMG_1790697654790
STARTRØÐ BURN RÓÐUR 1 – 2026/2027
RHM - Símun Heinesen Sept 2026 heimasíða
Rógvarin Hendan Mánaðin - September
dm-2026-19-sept-4-inrigger_orig
Seks føroyingar kappaðust um DM-heiðursmerki
RSF og Tobias S
RSF og Tobias S. Kempf longt samstarvið
1 2 3 … 94
Scroll to Top