Aðalfundur hjá Róðrarsambandi Føroya

Leygardagin 15. mars var árligi aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum hildin í hølunum hjá ÍSF á Eystaru Bryggju. Á skrá var millum annað val av nevndum, stevnudagfesting og viðgerð av 12 lógar- og broytingaruppskotum.

Feløgini vóru væl møtt til fundin. Fundurin byrjaði við at formaðurin, Petur Hansen, greiddi frá virksemi sambandsins tað seinasta árið, og roknskapurin varð lagdur fram.

Fýra nevndarlimir og ein eykalimur stóðu fyri vali, og valdu tey øll at taka við afturvali. Onki annað uppskot var komið inn, og tí vóru tey einmælt vald inn, og er nevndin í róðrarsambandinum tí mannað soleiðis. Formliga skipar nevndin seg við kappingarleiðara og kassameistara til næsta nevndarfund.


– Petur Hansen, formaður

– Vár Guriardóttir Hansen, næstforkvinna

– Unn Eldevig

– Henrik Rahbek

– Mira Winther Klit

– Rebekka Jacobsen

– Jógvan Zacharias Midjord, eykalimur (vantar á myndini)

Dómsnevndarumboðini seinastu árini halda á fram.

Afturvaldi formaðurin Petur Hansen sigur soleiðis um komandi árið:
Nú hevur hendan nevndin arbeitt saman í gott hálvt ár, og áralagið hevur verið gott, sum mann sigur. Vit fegnast um tað álit, feløgini vísa okkum og eru spent at arbeiða víðari uppá ymisk mál, sum sjøtul er settur á. Kappróðurin inni sum úti er í rúkandi menning, hetta setur krøv, og vit eru klár at lyfta kappróðurin enn longur fram á leið.

Vit ynskja nevndarlimunum til lukku við afturvalinum og blíðan byrð í tíðini, sum kemur.

 

 

FLEIRI TÍÐINDI

Logo_redigeret
Innkalling til aðalfund
DM2025-scaled
Ungdómslandsliðið til DM Úttikið
Samskipari Heimasíða
RSF fær nýggjan samskipara
Gleðilig Jól 2025
Gleðilig Jól
RHM desember 2025
Rógvarin Hendan Mánaðin - Desember
Urslit-BRIC-Sarita
Úrslit frá BRIC 2025
1 2 3 78
Scroll to Top