Aðalfundur 2024

Høvuðsstuðul
Aðalfundurin verður leygardagin 16. mars 2024 kl. 12.00 í Róðrarneystinum á Argjum.
 
Skráin til aðalfundin er: (í minsta lagi hendan dagsskrá)
 
1. Val av orðstýrara. 
2. Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári 
3. Formaðurin leggur fram grannskoðaðan roknskap 
4. Innkomin mál 
5. Ásetan av stevnudagfesting næsta kappingarár (2025)
6. Ásetan av atgongumerkjaprísi 
7. Val av nevndum og eykalimum (3 nevndarlimir standa fyri vali)
8. Val av uttanhýsis grannskoðara 
9. Ymist    
 
 
Kap 1 – § 8, stk 1-6
Uppskot um lóg og lógarbroyting skulu umvegis teldupost vera nevndini hjá RSF í hendi í seinasta lagi 6 vikur áðrenn aðalfundin. (03.02.2024)
GG!! Lógaruppskot skal skrivast sum lógartekstur og ikki sum ynski.
 
 
§ 8 Stk. 7.
Uppskot í sambandi við nevndarval og onnur broytingaruppskot enn uppskot til lógarbroytingar skulu, fyri at verða viðgjørd, verða send nevndini hjá RSF í telduposti í seinasta lagi 2 vikur áðrenn aðalfundin. (02.03.2024)
 
 
Viðvíkjandi stevnuáseting í 2025, sambært Kap 4 – § 17.
Í seinasta lagi 1 viku áðrenn aðalfundin, skal RSF hava fráboðan um, nær stevnurnar verða árið eftir.
 
 
 
 

FLEIRI TÍÐINDI

Logo_redigeret
Samskipari/skrivari til Róðrarsamband Føroya
20230929_182103
ÚRSLIT GRANDPRIX 2 – 2025
20230929_182103
STROYMING GRANDPRIX 2 - 2025
20241005_132024-scaled
STARTRØÐ GRANDPRIX 2 - 2025
(Dagført 01-11-2024)
20230929_182103
ÚRSLIT GRANDPRIX 1 – 2025
20231209_114323
STROYMING GRANDPRIX 1 - 2025
1 2 3 60
Scroll to Top