Samskipari/skrivari til Róðrarsamband Føroya

Høvuðsstuðul

Vit sóknast eftir einum ágrýtnum starvsfólki, ið kann virka sum bindilið millum Róðrarsambandið og limafeløgini. Starvið er ½ tíð.


Uppgávurnar eru í høvuðsheitum hesar:

  • At røkja skrivstovu felagsins
  • Ábyrgd av telefon- og postaavgreiðslu
  • Journalisering
  • Bókhald
  • Miðling, røkja sosialir miðlar, skriva tiðindi til heimasíða o.a.
  • Málsviðgerð
  • Samskifti við limafeløg og útlendsk róðrarsambond


Førleikakrøv:

Tann, ið settur verður, skal helst hava skrivstovuútbúgving ella samsvarandi útbúgving ella royndir á økinum. 

Tann setti má duga at arbeiða við bókhaldsskipanum (t.d. NAV) og skal hava fíggjarligt innlit.

Fyrimunur er, um viðkomandi hevur góðar telduførleikar í mun til vanlig forrit, sosialar miðlar og heimasíður, dugir væl at samskifta á føroyskum á skrift og í talu, og kann gera seg skilligan í norðurlendskum og enskum máli. 

Tann setti skal duga at arbeiða sjálvstøðugt og duga at hava nógvar bóltar í luftini í senn.


Løn og setanartreytir:

Starvið er 1/2 tíð – 20 tímar um vikuna. Arbeiðsbyrðan er skiftandi gjøgnum árið og ynskiligt er, at tann setti kann átaka sær eyka uppgávur, tá ið á stendur. Arbeiðsstaðurin er á Eystaru Bryggju, har flestu sersambond undir ÍSF halda til.

Starvið verður sett skjótast tilber ella eftir nærri avtalu.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið ella sambært nærri avtalu.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Petur Hansen, nevndarformann, á tlf 274994 ella við at senda teldupost til peturh@rsf.fo. 


Skrivlig umsókn:

Umsókn til starvið skal verða Róðrarsambandinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 8. november 2024 og skulu sendast til rsf@rsf.fo

FLEIRI TÍÐINDI

Logo_redigeret
Samskipari/skrivari til Róðrarsamband Føroya
20230929_182103
ÚRSLIT GRANDPRIX 2 – 2025
20230929_182103
STROYMING GRANDPRIX 2 - 2025
20241005_132024-scaled
STARTRØÐ GRANDPRIX 2 - 2025
(Dagført 01-11-2024)
20230929_182103
ÚRSLIT GRANDPRIX 1 – 2025
20231209_114323
STROYMING GRANDPRIX 1 - 2025
1 2 3 60
Scroll to Top