Tilmeldingarlistin til FM í inniróðri 2018

Høvuðsstuðul

Dagført 9. mars kl. 21.45

Her eru nøvnini á teimum, ið eru tilmeldað FM í inniróðri 10. mars 2018. Um so er, at onkur manglar á listanum, vinarliga sendið ein mail til rsf@rsf.fo, upplýsið navn, føðidato og felag, um tit skulu rógva einkultstart, liðkapping ella bæði, um tað er lættvekt ella tungvekt. Til liðkappingina skulu vit vita nøvnini á øllum rógvarnum á bátinum og navni á bátinum (liðnum).

Mikukvøldið 7. mars 2018 uml. kl 21 kemur startlistin út og nærri kunning um kappingina.

TILMELDINGARLISTEN (tilmeld.roning.dk)

STARTLISTIN

Onnur kunning

Innviging: Allir lættvektarar og allir luttakarar í liðkappingini (børn og vaksin), skulu vigast. Viging verður í tíðarskeiðnum 08:00 til 09:30. Ongin viging verður seinni um dagin!

Tann endaligi luttakaralistin og tíðinar, nær teir ymisku bólkarnir byrja, síggjast via leinkjuna omanfyri.

Tað verður møguligt at keypa kaffi, te, sunkist, kaku og toast úti í gongini. Tað er liðið hjá G10 hjá Neistanum, ið selja í sambandi við, at tey skulu til Partille Cup í summar.

FLEIRI TÍÐINDI

IMG_4542
ÁRSAÐALFUNDUR 2024
IMG_0785 (2)
FØROYSKT HEIMSMET Í INNIRÓÐRI
20240309_082621-scaled (1)
ÚRSLIT GRANDPRIX 4 – 2023-2024
ybPpAmsv7w8 (1)
STROYMING GRANDPRIX 4 – 2023-24
20210306_153615
STARTRØÐ – FM/GRANDPRIX 4 – 2023-2024
20240309_082621-scaled (1)
TILMELDINGARFREIST GRANDPRIX 4 / FM2024
1 2 3 52
Scroll to Top