Grein 1[1]:
Í barnaróðri skal rógvari fylla 12, 13 ella 14 í kappingarárinum. Við kappingarárið er at skilja tíðin frá og við 1. januar til og við 31. desember. Tó skal róðursmaðurin fylla 18 ár áðrenn 1. januar.[i]
Grein [2]:
Við fimmmannaførum við gentum og dreingjum skal rógvari fylla í mesta lagi 18 ár í kappingarárinum. Við kappingarárið er at skilja tíðin frá og við 1. januar til og við 31. desember.[ii]
Grein 3:
Við fimmmannaførum kvinnum, seksmannaførum, áttamannaførum og tíggjumannaførum er einki aldursmark á rógvarum, tó at minst tveir rógvarar skulu fylla minst 19 ár í kappingarárinum. Við kappingarárið er at skilja tíðin frá og við 1. januar til og við 31. desember.
Grein 4:
Í old girls og old boys skal rógvari fylla minst 36 ár í kappingarárinum. Tó kunnu tveir rógvarar fylla niður í 31 ár. Við kappingarárið er at skilja tíðin frá og við 1. januar til og við 31. desember.
Grein 5:
Róðursfólk á øllum bátum skal fylla minst 15 ár í kappingarárinum, tó ikki í barnaróðri. Við kappingarárið er at skilja tíðin frá og við 1. januar til og við 31. desember.
[1] Broytt á aðalfundi 2017
[2] Broytt á aðalfundi 2017 at galda fyri kappingarárið 2017. Eftir tað dettur niðara aldursmarkið burtur.