Kappingardagurin til HM í inniróðri – og úrslit

Um umleið 2 tímar fara fyrstu føroysku rógvararnir í dyst um heimsmeitaraheitið, sum hetta vikuskiftið er í Alexandria í amerikanska statinum Virginia.

Kappingarnar hjá Føroyum liggja soleiðis:

Navn Bólkur Kappast føroyska tíð
Toni Dam  tungvekt 50 – 54 ár  kl. 16:20
Jens Kristian Dam lættvekt 40 – 49 ár  kl. 16:40
Bergur Dam Jensen  lættvekt 30 – 39 ár  kl. 17:00
Elsa Magnussen  tungvekt 30 – 39 ár  kl. 17:00
Ingibjørg Thomsen  lættvekt 30 – 39 ár  kl. 17:00
Sarita K. Hansen  lættvekt opin bólkur  kl. 19:00
Øll 500 m spurt  kl. 20:15

Lív er komið í høllina í morgun.

Hetta er fyrstu ferð, at FISA (altjóða róðrarsamgongan) leggur navn til HM kappingina. Undanfarin ár hava kappingarnar verið óalmennar meistarakappingar, hóast verðinselitan hevur luttikið. Kappingin, sum hevur ligið í Boston, er nú í Alexandria, og er ætlanin, at hon skal flyta runt í USA.

Stroymingin er her

Ætlanin er at leggja úrslitini út her, so hvørt kappingarnar eri lidnar.

 

 Navn  Bólkur  Úrslit 2000m Tíð  Úrslit 500m  Tíð 
Toni Dam tungvekt 50 – 54 ár Nr. 6 06:27.5  Nr. 2  01:26.7
Jens Kristian Dam lættvekt 40 – 49 ár Nr. 1 06:39.6  Nr. 2  01:30.0
Bergur Dam Jensen lættvekt 30 – 39 ár Nr. 5 06:31.5 PB  Nr. 1  01:25.6 PB
Elsa Magnussen tungvekt 30 – 39 ár Nr. 4 07:10.4 PB  Nr. 2  01:37.0
Ingibjørg Thomsen lættvekt 30 – 39 ár Nr. 3 07:39.7  Nr. 2  01:48.7
Sarita K. Hansen lættvekt opin bólkur Nr. 6 07:24.7  Nr. 2  01:41.0