FM2019 í inniróðri

Nú eru einans fýra dagar til FM í inniróðri. Kappast verður í fimleikarhøllini í skúlanum við Løgmannabreyt tann 9. mars 2019 klokkan 10 og úteftir. Innviging verður frá kl. 8.

Timeldingingarfreistin er mikudagin 6. mars, og kostar tað 100 kr. fyri hvønn luttakara. Gjaldast skal, tá møtt verður til kapping.

Rógvarar, ið hava luttikið í prixkappingini í vetur, hava longu goldið fyri luttøku í FM kappingini. Neyðugt er kortini hjá teimum at melda seg til FM.

Tað er hvussu nógv ár, tú fyllur í ár, sum avgerð hvørjum bólki, tú rørt í. Fyllur tú 14 í ár, so er tað uttan týdning um tú fyllur 1/1 ella 31/12. Bólkurin er 14 ár.

Meldað verður til á innirodur@rsf.fo. Upplýs fult navn, føðingardag, felag. Upplýs eisini vektbólk, har tað er viðkomandi.

Vektbólkar:
Lættvekt kvinnur er upp til 61,5 kg
Lættvekt menn er upp til 75 kg

Niðanfyri síggjast bólkanir deildir eftir aldri:

Bólkur 1. Dreingir 12 ár og yndri. Rógva í 2 min
Bólkur 2. Gentur 12 ár og yngri. Rógva í 2 min
Bólkur 3. Dreingir 13 ár. Rógva í 3 min
Bólkur 4. Gentur 13 àr Rógva í 3 min
Bólkur 5. Dreingir 14 Rógva í 4 min
Bólkur 6 .Gentur 14 ár Rógva 4 min

Fyri bólkarnir frá 7. til 32. er teinurin, ið skal rógvast, 2000m

Bólkur 7. Dreingir 15 ár 
Bólkur 8. Gentur 15 ár.
Bólkur 9. Dreingir U19
Bólkur 10. Gentur U19
Bólkur 11. Menn U23 lættvekt
Bólkur 12. Kvinnur U23 lættvekt
Bólkur 13. Menn U23 tungvekt
Bólkur 14. Kvinnur U23 tungvekt
Bólkur 15. Menn 23-29 lættvekt
Bólkur 16. Kvinnur 23-29 lættvekt
Bólkur 17. Menn 23-29 tungvekt
Bólkur 18. Kvinnur 23-29 tungvekt
Bólkur 19. Menn Opin
Bólkur 20. Kvinnur Opin 
Bólkur 21. Menn 30-39 lættvekt
Bólkur 22. Kvinnur 30-39 Lættvekt
Bólkur 23. Menn 30-39 Tungvekt
Bólkur 24. Kvinnur 30-39 Tungvekt
Bólkur 25. Menn 40-49 lættvekt
Bólkur 26. Kvinnur 40-49 Lættvekt
Bólkur 27. Menn 40-49 Tungvekt
Bólkur 28. Kvinnur 40-49 Tungvekt
Bólkur 29. Menn 50+ Lættvekt
Bólkur 30. Kvinnur 50+ Lættvekt
Bólkur 31. Menn 50+ Tungvekt
Bólkur 32. Kvinnur 50+ Tungvekt

Pausa 30min.

Bólkur 33. Liðkapping – Dreingir og Gentur (6x500m)
Bólkur 34. Liðkapping – Kvinnur (6x500m)
Bólkur 35. Liðkapping – Menn (6x500m)

Starttíðir verða ásettar eftir, at tilmeldingarfreistin er farin.