DM í inniróðri

Leygardagin 31. januar blivu Føroyar ein danmarksmeistara ríkari. Tá framdi Sverri S. Nielsen úr Miðvági tað bragd at vinna danmarksmeistaraheitið í bólkinum Menn Sen. B (19-22 ár) í inniróðri. Kappingin var hildin í Gladsaxe. Men ikki nóg mikið við tí. Sverri setti eisini nýtt danskt met við tíðini 5.53,2. Hetta var uml. 1 sekund skjótari enn næstbesta tíðin hendan dagin. Í fjør vann Sverri DM saman við tveimum øðrum rógvarum, eftirsum hesir tríggir komu á mál við somu tíð . Men í gjár var eingin ivi, tí Sverri var bestur av øllum. Hjartaliga tillukku við sigrinum skal ljóða frá nevndini í Róðrarsambandinum. Annetta C. Eidesgaard og Linda Reidarsdóttir Klein luttóku eisini í DM í gjár. Annetta bleiv nr. 6 í sínum ... Mere

Fyrilestur

27. februar fer Róðrarsamband Føroya saman við VER at skipa fyri einum fyrilestri við navnframa Eskild Ebbesen. Les meira HER Mere

Nýggj heimasíða

Í samband við, at Føroya Tele herfyri skuldi dagføra ymiskar heimasíður, hendi tað óhepna, at øll tíðindini á heimasíðini hjá Róðrarsambandinum blivu slettaði. Sama hendi við ymiskum øðrum heimasíðum. Men so er ikki at falla í fátt. Vit hava nú fingið okkum eina nýggja heimasíðu, sum er nógv lættari at umsita. Við tíðini fara vita at royna tað vit kunnu at fáa gomlu tíðindini løgd út á síðuna aftur. Men í fyrsta umfari hyggja vit frameftir og hugsavna okkum um nýggj tíðindi. Nevndin Mere

Myndir fra úttøkukappingin

Myndir fra úttøkukappingin til HM i Boston 2015: TRYST HER    Mere