ÁMINNING – freistin at melda til kappingina í inniróðri leygardagin er í dag

Seinasta heystkappingin í inniróðri verður í Ítrottarhøllini í Kollafirði leygardagin 30. november 2019. Fyri at samlað alla orku saman um inniróðurin, fara vit hesaferð eisini at skipa fyri stafettkapping fyri lið. Hetta verður ein kapping ørvísið enn hana vit vanliga kenna frá FM í inniróðri, men minst líka áhugavert, um ikki meira. Kappingin verður skipað…

Áminning – freistin nærkast at melda til kappingina í inniróðri í Klaksvík

Vit vilja hervið minna á, at freistin at melda til næstu heystkappingina í inniróðri er mikukvøldið 23. oktober 2019 kl 24. Kappingin verður í Klaksvík leygardagin 26. oktober 2019. Tilmeldingargjaldið er 100 kr. fyri heystkappingina og FM. Peningurin skal flytast á konto hjá RSF kto.no. 9181-185.097.2, viðmerkt navn á luttakara. Tilmeldingin skal sendast til [email protected]