29 resultat for forfatter: Hallgrím Hansen /RSF

Aðalfundur varð hildin 25. mars

Leygardagin 25. mars varð aðalfundur í Róðrarsambandi Føroya hildin. Longu áðrenn fundin var greitt, at val av nevndum ikki varð viðgjørt á fundinum, tí ongi valevnir vóru í uppskoti. Reglurnar hjá RSF siga, at valevnir til nevdarvalini skulu verða send RSF 2 vikur undan fundinum. Spenningurin var tó um tey nógvu innkomnu málini um broytingar í reglunum. Tey flestu vóru um broytingar í aldursmarkinum. Samtykt varð, at tey 11 ára gomlu eisini sleppa at luttaka í barnaróðri, tvs. at børn fødd í 2003, 2004 og 2005 kunnu rógva í barnaróðri í ár. Eisini varð aldursmarkið í gentu- og dreingjaróðrinum linkað soleiðis, at 2 rógvarar nú kunnu vera 13 ár, men fylla 14 áðrenn 1. apríl í kappingarárinum. Sum nakað nýtt er frítt at manna ... Mere