Róðurin á Sundalagsstevnu 2017

Í gjár varð kunngjørt, at avlýsti/útsetti róðurin skal rógvast týsdagin 20. juni kl. 1800 út frá m.ø. veðurforsøgnini og í samráð við fyrireikarin. At tað er nógv annað virksemi, sum ein slík avlýsing/útseting rakar, er RSF væl vitandi um, tí summarið í Føroyum er tætt pakkað við øllum hugsandi aktivitetum. Kappróðurin er landsdekkandi, so ein…

Startrøðin á Norðoyarstevnu

Barnaróður, dreingir Flaggið upp kl 1330 3 Beinta 4 Jallurin 5 Tekla 6 Ingibjørg 7 Svalan 8 Ørnin (Ver) Falkur 10 Tjaldrið 11 Havfrúgvin 12 Knúkur 13 Ternan 14 Firildur  Barnaróður, gentur Flaggið upp kl 1320 4 Pílur 5 Frúgvin 6 Ørnin 7 Spógvin 8 Falkur (Ver) Ingibjørg 10 Svalan 11 Fípan Fagra 12 Knúkur…

Tíðindaskriv 25. apríl 2017

Kiwanis stuðlar innandura barnaróðri Vælgerandi felagsskapurin, Kiwanis Tórshavn, hevur gjørt av at vera høvuðsstuðul í sambandi við eina innandura róðrarkapping fyri næmingum í 6. og 7. flokki, sum Róðrarsamband Føroya skipar fyri í Hoyvík mánadagin 1. mai. Kiwanis Tórshavn, ið hevur sum endamál at stuðla børnum, barnafamiljum og tiltøkum børnum at frama, hevur gjørt av at vera…

Aðalfundur varð hildin 25. mars

Leygardagin 25. mars varð aðalfundur í Róðrarsambandi Føroya hildin. Longu áðrenn fundin var greitt, at val av nevndum ikki varð viðgjørt á fundinum, tí ongi valevnir vóru í uppskoti. Reglurnar hjá RSF siga, at valevnir til nevdarvalini skulu verða send RSF 2 vikur undan fundinum. Spenningurin var tó um tey nógvu innkomnu málini um broytingar…