Sjey føroyskir rógvarar til EM í inniróðri

Róðrarsamband Føroya hevur saman við Boga Olsen, landsliðsvenjara, úttikið sjey føroyskar rógvarar til europameistara kappingina í inniróðri, sum verður leygardagin 9. desember í Amsterdam. Síðan september hevur Róðrarsambandið í samstarvið við lokal róðrarfeløg skipa fyri úttøkukappingum, sum hava verið hildnar kring alt landið og hevur sum heild góð undirtøka verið fyri úttøkukappingunum. Tey sjey, sum…