Boston 2015 – stuðlar

Í samband við túrin hjá Róðrarsambandi Føroya til Boston í ár, hava vit fingið fíggjarligan stuðul frá ymiskum fyritøkum. Hetta er nevndin í Róðrarsambandinum sera, sera takksom fyri og vilja vit veita eina hjartans tøkk til allar fyritøkurnar fyri teirra íkast. Túsind takk fyri. Fyritøkurnar eru hesar: P/F Jókin Café Natúr Gummibátatænastan Faroe Farming Formula…

DM í inniróðri

Leygardagin 31. januar blivu Føroyar ein danmarksmeistara ríkari. Tá framdi Sverri S. Nielsen úr Miðvági tað bragd at vinna danmarksmeistaraheitið í bólkinum Menn Sen. B (19-22 ár) í inniróðri. Kappingin var hildin í Gladsaxe. Men ikki nóg mikið við tí. Sverri setti eisini nýtt danskt met við tíðini 5.53,2. Hetta var uml. 1 sekund skjótari…

Nýggj heimasíða

Í samband við, at Føroya Tele herfyri skuldi dagføra ymiskar heimasíður, hendi tað óhepna, at øll tíðindini á heimasíðini hjá Róðrarsambandinum blivu slettaði. Sama hendi við ymiskum øðrum heimasíðum. Men so er ikki at falla í fátt. Vit hava nú fingið okkum eina nýggja heimasíðu, sum er nógv lættari at umsita. Við tíðini fara vita…

Boston 2015 – úttøkukappingin

Leygardagin 29. november skipaði Róðrarsamband Føroya fyri úttøkukapping til  HM-kappingina í inniróðri, sum verður í Boston 1. mars 2015. Tilsamans 33 luttakarar, 25 menn og 8 kvinnur, høvdu boðað frá luttøku. Hesir vóru  í aldrinum 15-55 ár. Ikki øll høvdu møguleika fyri at møta til úttøkukappingina. Tí  avtalaði nevndin í RSF við hesi, at tey…