Eingin kappróður í 2020

Róðrarsamband Føroya hevur avgjørt, at skipað verður ikki fyri FM kappróðri í ár. Róðrarsamband Føroya hevur í kvøld kunnað kappróðrarfeløgini um avgerðina, og kappróðrarfeløgini taka undir við avgerðini hjá Róðrarsambandi Føroya. Róðrarsamband Føroya gjørdi saman við kappróðrarfeløgunum eitt uppskot um, hvussu venjing kann skipast, og hvussu kappróður kann avgreiðast við atliti at tilmælunum frá myndugleikunum…

Róðrarsamband Føroya velur at fylgja corona-tilráðingunum

Róðrarsamband Føroya hevur sambært tilráðingum frá heilsumyndugleikunum um at vísa varsemi og verða við til at minka um smittuvandan avgjørt at avlýsa FM í inniróðri. Kappingin skuldi vera í ítróttarhøllini í Kollafirði um eina viku, leygardagin 14. mars 2020. Nevndin harmast um, at hetta stigið verður tikið. Hóast talið av fólki, sum verða samlaði til…

Góður dagur í París

Sarita Kristina Hansen gjørdist heimsmeistari í bólkinum kvinnur lættvek 30-39 ár. Fyrsti føroyski rógvarin í dag, var Rúni Joensen í bólkinum menn 60-69 ár. Hann róði hóast darvaður av sjúku í morgun, hann kom á mál við tíðini 7.44.2. Elsa Magnussen var á einum fimta plássi við tíðini 7.10.6, í bólkinum kvinnur 30-39 ár. Bergur…