Úrslit hjá føroysku rógvarunum í DM – Móttøka verður sunnudagin kl. 1600

Nikoba fær gullmedalju

DM í inniróðri hevur í dag verið í Gladsaxe-høllini í Søborg. Í alt 12 føroyskir rógvarar tóku lut. Av teimum 12 rógvarunum vóru 8, sum kappaðust í ymisku unglingabólkunum.

Eftir kappingina kann staðfestast, at føroysku rógvararnir fingu sera góð úrslit. Talan gjørdist nevniliga um heiðursmerki til 9 av teimum 12 rógvarunum.

Tey fyrstu at kappast vóru teir fýra eldru rógvararnir. Her gjørdist úrslitið tvey gull heiðursmerki og tvey silvur heiðursmerki. Sarita Kristina Hansen og Jón Nónklett vunnu gull í ávikavist veteran bólkinum fyri kvinnur 30 – 39 ár lættvekt og veteran bólkinum fyri menn 40 – 49 ár tungvekt. Bergur Dam Jensen og Toni Dam vunnu silvur í ávikavist veteran bólkinum fyri menn 30 – 39 ár lættvekt og 50 – 59 ár tungvekt.

Sarita, Bergur og Jón

Tey átta ungu, sum vóru bulurin í føroyska róðrarhópinum til DM, stóðu seg eisini sera væl. Her gjørdist talan um gull til bæði Sunnevu Lamhauge Leo, Emmu Langgaard Nagurset og Nikobu í Gong, sum róðu í bólkunum Junior C II piger 13 ár, Junior C piger 14 ár og Junior B piger 16 ár. Helgi Olsen vann silvur í bólkinum Junior C drenge 14 ár og Unnur Wenningsted á Tórgarði vann bronsu í bólkinum Junior C piger 14 ár. Hjá Kristiannu Skarpheðinsdóttir og Elin Døgg Súnadóttir gjørdist talan um ávikavist eitt fjórða pláss og eitt sætta pláss í bólkinum Junior B II piger 15 ár.

Karlot Hergeirsson kappingarleiðari í Róðrarsambandi Føroya og ferðaleiðari hjá føroyska hópinum vísir á, at Róðrarsambandið fegnast stórliga um góðu úrslitini, sum greitt vísa, at Føroyar eru ein sterk kappróðrartjóð. Hann leggur afturat, at serliga úrslitini hjá teimum ungu rógvarunum vísa, at føroyski kappróðurin og inniróðurin hava eina bjarta framtíð eins og at miðvísa arbeiðið, sum Róðrarsambandið er farið undir seinastu árini fyri at menna og skipa inniróðurin, gevur góð úrslit.

 

Niðanfyri síggjast úrslitini hjá føroysku rógvarunum á vanliga kappingarteininum:

Sunneva Lamhauge Leo – gull – Junior C II piger 13 år – 3min – 767m

Emma Langgaard Nagurset – gull – Junior C piger 14 år – 4min – 1077m

Helgi Olsen – silvur – Junior C drenge 14 år – 4min – 1147m

Kristianna Skarpheðinsdóttir – 4. pláss Junior B II piger 15 år – 2000m – 7:52.4 min

Nikoba í Gong – gull – Junior B piger 16 år – 2000m – 7:25.8 min

Unnur W. á Tórgarði – bronsa – Junior C piger 14 år – 4min – 1018m

Elin Døgg Súnadóttir – 6. pláss Junior B II piger 15 år – 2000m – 7:57.1 min

Sarita Kristina Hansen – gull – veteran dame 30–39 ár lættvekt – 2000m – 7:28.4 min

Jón Nónklett – gull – veteran herre 40–49 ár – 2000m – 6:12.1 min

Bergur Dam Jensen – silvur – veteran herre 30 – 39 ár lættvekt – 2000m – 6:35.3 min

Toni Dam – silvur – veteran herre 50–59 ár – 2000m – 6:22.8 min

 

Úrslitini frá spurtinum (200 m) :

Unnur og Emma

 

Emma Langgaard Nagurset – gull – Junior C piger 13-14 år – 39,6 sek

Unnur W. á Tórgarði – silvur – Junior C piger 13-14 år – 41, 2 sek

Sunneva Lamhauge Leo – 6. pláss – Junior C piger 13-14 år – 43, 1 sek

Helgi Olsen – gull – Junior C drenge 13-14 år – 34, 7 sek

Elin Døgg Súnadóttir – 4. pláss – Junior B piger 15-16 år – 38,6 sek

Nikoba í Gong – 5. pláss – Junior B piger 15-16 år – 38, 7 sek

Kristianna Skarpheðinsdóttir – 18. pláss – Junior B piger 15-16 år – 43,9 sek

Jannik K. Dalfoss – 9. pláss – Junior B drenge 15-16 år   35,7 sek

Sarita K. Hansen – 4. pláss – Senior kvinde åben – 38,6 sek

Bergur R. Dam Jensen – 6. pláss – Senior mænd åben – 32,1 sek

Stafettin (2000m):

Sunneva, Unnur, Kristianna

og Jannik                                                  3. pláss          Junior 10-16 ár                                         7:17.7 min

Emma, Helgi, Elin

og Nikoba                                                 7. pláss          Junior 10-16 ár                                         7:30.4 min

 

Í morgin – sunnudagin – kl. 1600 skipar Róðrarsamband Føroya fyri móttøku í ÍSF-húsinum, har høvi verður at heilsa uppá rógvararnar og ynskja teimum tillukku.