Tilmelding til FM í inniróðri 2018

FM í inniróðri verður í fimleikahøllinum í skúlanum við Løgmannabreyt 10. Mars 2018.

Tilmeldingin í ár fer fram á roning.dk, og eru leinkjur til síðuna bæði á rsf.fo og facebook-síðuni hjá Róðrarsambandi Føroya. Tilmeldingin er opin til og við 28. Februar 2018, og tað kostar 100 kr. fyri hvønn luttakara. Og tá kann luttakast bæði í einstaklingakapping og í stafett.

!!! Fyri at kunna melda til, skal róðrarfelag ella rógvari gera ein brúkara inni á heimasíðuni, og síðani rita inn, áðrenn atgongd fæst til sjálva tilmeldingina.

Sera nógvir rógvarar eru í hesi skipanini, og úrslit, sum ein rør, verða goymd í skipanini, so um ein undlingarógvari røreina sera góða tíð, kann hon samanberast við tíðirnar í skipanini nógv ár aftur.

Gjaldast skal umvegis heimasíðuna, tá tilmeldingin fer fram. Starttíðir verða ásettar, tá tilmeldingarfreistin er úti.

Um spurninger eru til kappingina, ber til at skriva til RSF um teldupost ella sum boð á Facebook.

Leinkja til tilmeldingina