Sjey føroyskir rógvarar til EM í inniróðri

Róðrarsamband Føroya hevur saman við Boga Olsen, landsliðsvenjara, úttikið sjey føroyskar rógvarar til europameistara kappingina í inniróðri, sum verður leygardagin 9. desember í Amsterdam.

Síðan september hevur Róðrarsambandið í samstarvið við lokal róðrarfeløg skipa fyri úttøkukappingum, sum hava verið hildnar kring alt landið og hevur sum heild góð undirtøka verið fyri úttøkukappingunum.

Tey sjey, sum eru úttikin fara at kappast í ymiskum aldursbólkum og vektbólkum. Seinasta mánaðin hevur liðið fyri tað mesta vant saman og hava venjingarnar gingið væl.

Eftir ætlan skuldi ferðaliðið fara úr Føroyum hósmorgun, men fyri at sleppa undan ódnarveðrinum, sum hevur herjað oyggjarnar, varð gjørt av í samráð við og við góðari hjálp frá Atlantic Airways at framskunda fráferðina til mikudag seinnapart. Sostatt eru rógvararnir nú komnir fram í øllum góðum til Amsterdam.

Úttikin at umboða Føroyar í inniróðri til EM eru hesi:

Toni Dam, Havnar Róðrarfelag

Jens Kristian Dam, Havnar Róðrarfelag

Bergur Dam Jensen, Havnar Róðrarfelag

Magnus Debess Madsen, Kvívíkar sóknar róðrarfelag

Elsa Magnussen, NSÍ Kappróður

Ingibjørg Thomsen, NSÍ Kappróður

Sarita Hansen, Havnar Róðrarfelag