RSF sett Boga Olsen av Glyvrum sum landsliðsvenjara

Mánadagin 24. juli skrivaðu RSF og Bogi Olsen undir samstarvsavtalu, har Bogi kemur at hava landsliðsvenjaraábyrgd í Róðrarsambandinum.
Tá nýggja nevndin tók við á várið 2016 varð nevnt, at inniróðurin var eitt av økjunum, sum meira orka skuldi leggjast í. Hjá teimum, sum hava luttikið í FM í føroyska bátinum í summar tekur inniróðurin við aftur heilt skjótt, meðan onnur rógva á maskinunum alt árið. At Bogi nú er settur sum landsliðsvenjari, er í høvuðsheitum við inniróðrinum fyri eyga. Vit fáa víst ferð eftir ferð, at føroyingar klára seg sera væl, tá kemur til róður. Inniróður er meira einstaklingaróður í mun til føroyska bátin. Her er Bogi eisini hugsaður inn sum ein vegleiðari og sparrings-partnari, sum íðkararnir kunnu fáa hjálp frá. Tó fer Bogi eisini at vera við til venjingar runt í feløgunum.
Samstarvið við Boga umfatar ikki bara venjarauppgávuna. Bogi fer saman við RSF at taka út teir rógvara, sum fáa møguleika at umboða Føroyar í kappingum uttanlands í vetur.
Av tí at hetta er fyrsta avtalan av sínum slagið hjá Róðrarsambandinum verður hon galdandi fyri komandi vetur. Til várs fara partarnir at eftirmeta farna skeiðið og hyggja frameftir, hvussu skilabest er fara víðari.

Kappingarnar í inniróðri í vetur eru lagdar hesar dagar:
– Leygardagin 23. september 2017
– Leygardagin 21. oktober 2017
– Leygardagin 4. november 2017
– Leygardagin 25. november 2017
– Leygardagin 3. mars 2018 FM-kappingin

Møguleiki er at luttaka í hesum bólkum:
Einstaklingakappingar:
– Gentur – 12 ár (2 min)
– Dreingir – 12 ár (2 min)
– Gentur – 13 ár (3 min)
– Dreingir – 13 ár (3 min)
– Gentur – 14 ár (4 min)
– Dreingir – 14 ár (4 min)
– 2000m Gentur – 15 ár
– 2000m Dreingir – 15 ár
– 2000 m Gentur – 16 ár
– 2000m Dreingir – 16 ár
– 2000m Gentur – 17 ár
– 2000m Dreingir – 17 ár
– 2000m Kvinnur Opin bólkur lættvekt
– 2000m Kvinnur Opin bólkur tungvekt
– 2000m Menn Opin bólkur lættvekt
– 2000m Menn Opin bólkur tungvekt
– 2000m Kvinnur 30-39 ár lættvekt
– 2000m Kvinnur 30-39 ár tungvekt
– 2000m Menn 30-39 ár lættvekt
– 2000m Menn 30-39 ár tungvekt
– 2000m Kvinnur 40-49 ár lættvekt
– 2000m Kvinnur 40-49 ár tungvekt
– 2000m Menn 40-49 ár tungvekt
– 2000m Kvinnur 50+ ár
– 2000m Menn 50+ ár

Ætlanin er, at yngru rógvararnir (yngri enn 18 ár) fara at luttaka í kapping í DK í januar, sum hesaferð eisini er ein kapping um tað norðurlenska meistaraheitið.
Tað er ikki endaliga avgjørt enn, hvørja kapping teir vaksnu rógvarnir (18 til 40 ár) fara til.
Fyri at luttaka í kapping uttanlanda umboðandi RSF, skal viðkomandi verða aktivur limur í einum føroyskum kappróðrarfelag. Ein onnur treyt er, at kravtíðin skal setast til eina av kappingunum í Føroyum.
Vektflokkarnar verða +2,5 kg, tvs. fyri kvinnur er markið 61,5 + 2,5 kg, og menn 75 + 2,5 kg.
Nærri kunning um m.a. kappingarnar – tíð og stað, kravtíðir og tilmelding kemur seinni.