Róðrarnir á Eystanstevnu fluttir

  • 16. juni 2016

copy-rsf350-175x175.jpgVegna serligar umstøður verður FM-róðurin á Eystanstevnu leygardagin 18. juni fluttur.

Við virðing hevur RSF í samráð við NSÍ-kappróður avgjørt at flyta róðurin, tí jarðarferð verður leygardagin, har kona ein fyrrverandi formann í róðrarfelagnum fer til gravar.

Broytingin hevur við sær, at barnaróðurin byrjar kl. 1300 ella so skjótt bátarnir úr Suðuroy eru komnir fram, og FM-róðurin byrjar kl. 14.30. Hetta merkir, at allir róðrarnir eru framskundaðir 30 minuttir.