UMSITINGARLIG DØMING OG REVSING

Grein 1:
Umsitingarlig revsing fevnir um:
1) Um luttøkuseðil ikki er í samsvar við róðrarmanning
2) Um rógvari/róðursmaður rør/stýrur í fleiri bátum sama dag uttan loyvi frá RSF. Vísandi skal til grein 7 í tilmelding
3) Um bátur ikki lýkur góðkenning  RSFs
4) Ósømiligur atburður

Grein 2:
Um felag hevur róð við ólógligum báti á stevnu, og hetta kan prógvast, skal báturin kolldømast. Somuleiðis sleppur báturin ikki at rógva aftur, fyrr enn hann er blivin sýnaður umaftur av RSF og nýtt loyvisbræv verður úflýggjað móti rindan av 300 kr. Døming verður gjørd við afturvirkandi kraft.

Grein 3:
Róðrarsambandið hevur heimild at revsa rógvarar, og øðrum avarandi hjá kappróðarfelagi, ið sýna ósømiligan atburð undir róðri og á ferðing millum heimstað og róðrarstað. Róðrarsambandið ásetir revsingina.
Revsingin er bót ella/og burturvísing frá kappróðri. Frágreiðing um hetta verður í hvørjum einstøkum føri at senda viðkomandi felagi og rógvara.

Grein 4:
Umsitingarlig mál kunnu í serligum føri við haldgóðum prógvum eftir at klagufreistin er lokin, verða tikin uppaftur til enduráskoðan. Hetta kann tó bert gerast við einmalt samdari nevnd RSFs.
Nevndin hjá RSF ásetur, hvussu nógv stig skulu frádømast. Døming verður gjørd við afturvirkandi  kraft.