TRAFIKREGLAR TIL UPPHITING OG DRÁTT

Grein 1.
Upphitingarøkið skal vera avmerkt á korti, sum verður sent út til feløgini frá stevnufyrireikaranum, og eitt kort skal verða við dráttin á minst A0 stødd.

Grein 2.
Manningar, sum skulu hita upp, skulu nýta ávísta upphitingarøkið.

Grein 3.
Skiftiøkið hjá manningum skal liggja burtur frá dráttinum, so tað ikki órógvar tær manningar, sum skulu út við bátum.

Grein 4.
Manningar, sum skulu út til start, hava fyrsta rætt framum tær manningar, sum skulu upp við bátinum eftir teirra róður. Bátar, sum fara út til start, halda seg til sítt stýriborð, og bátar, sum skulu upp, halda seg til sítt stýriborð.

Grein 5.
Skiftingarøkið hjá manningunum skal vera avmerkt á kortið, sum verður sent út til feløgini frá stevnufyrireikaranum, og eitt kort skal verða á dráttinum á minst A0 stødd.

Grein 6.
Skiftan av manningum skal vera framd á tí økinum, sum er ávíst av stevnufyrireikaranum.

Grein 7.
Drátturin skal vera so nær við málbilin sum gjørligt.

Grein 8.
Bátur skal  rógva beinleiðis frá dráttinum ella skiftingarøkinum út at telja endaspurt, og síðan út á upphitingarøkið.

Grein 9.
Bátur skal rógva beinleiðis frá upphitingarøkinum og út á startin í somu løtu, flaggið hjá startdómarnum er vundið á stong.

Grein 10.
Bátur skal rógva beinleiðis frá málinum og inn á dráttin ella á skiftingarøkið.

Grein 11.
Manningar skulu telja endaspurt uttan fyri kappróðrarøkið.

Grein 12.
Brot á hesar greinar kunnu geva ávaring.