TIL- OG FRÁMELDING

Grein 1.
Tilmeldan av bátum skal fara fram skrivliga til Róðrarsambandið í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fyrstu FM-stevnu.
Um bátur ikki meldar til fyrstu FM-stevnu, skal báturin vera tilmeldaður 5 dagar áðrenn ta fyrstkomandi stevnuna, báturin ætlar at luttaka á. Hetta er galdandi fyri bæði nýggjar og gamlar bátar.
Tað skal bert tilmeldast ta einu ferðina, so verður báturin tilmeldaður restin av stevnunum av Róðrarsambandinum.

Grein 2.
Fyri at kunna luttaka í ólavsøkuróðrinum, skal bátur hava luttikið í minst tveimum av undanfarnu seks FM-róðrum. Tó kunnu gestaluttakarar luttaka í ólavsøkuróðrinum, um pláss er, men vera hildnir uttan fyri stigabýtið.

Grein 3.
Við fráboðan um luttøku skulu bátastødd og navn verða uppgivin. Eisini skal sigast frá, hvør ið bátsforðmaður verður á bátinum.
Einki felag kann tilmelda bátar við sama navni ella sama høvuðsnavni, so sum Gamlibátur og Nýggibátur.
Tá tilmeldingarfreistin er úti, skal RSF skipa fyri lutakasti til startnummarrøðina á fyrstu FM-stevnu. Tað verður álagt RSF at upplýsa dómarum, hjálparmonnum teirra og stevnufyrireikarum um startnummarrøðina – vanliga hósdag.

Grein 4.
Samstundis, sum bátarnir verða tilmeldaðir, skal eisini tilmeldingargjaldið verða goldið.
Tilmeldingargjaldið er kr. 100,00 fyri árið, fyri hvørja manning, og skal verða flutt um peningastovn í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fyrstu FM-stevnu. Eins gjald er fyri allar bátastøddir. Verður hesin peningur ikki goldin, sleppur báturin ikki at luttaka.

Grein 5.
Í seinasta lagi 5 dagar áðrenn fyrstu stevnu (vanliga mánakvøld), skal hvørt felag senda inn gildugan luttøkuseðil til Róðrarsambandið. Hesin luttøkuseðil er galdandi fyri allar stevnurnar.
Kemur nýggjur rógvari á onkran bát í kappingarárinum, skal hesin rógvarin tilmeldast skrivliga til Róðrarsambandi í seinasta lagið dagin fyri róð verður. Bátur, sum ikki hevur latið gildugan luttøkuseðil frá sær, sleppur ikki at rógva.

Grein 6.
Rógvari, sum byrjar at venja við einum felag, kann ikki fara at rógva fyri annað felag eftur 25. apríl í sama ári, uttan so at fyrra felagið gevur loyvi til tess.
Loyvið skal vera skrivligt, og avrit skal sendast til RSF. Ivamál kunnu leggjast RSF til avgerðar.
Tó kunnu rógvarar 18 ár ella eldri, sum rógva við FM fyri vaksin, stýra øðrum bátum í FM í barnaróðri, og somuleiðis fyri bátum í øðrum feløgum í FM í barnaróðri.

Grein 7[1]
Tað er loyvt at luttaka í mesta lagi tveimum róðrum á somu stevnu – at rógva einum og stýra einum øðrum, ella at stýra tveimum róðrum. Hetta skal tó ikki seinka um avviklingina av nøkrum róðri, so ikki er loyvt at luttaka í tveimum fylgjandi róðrum. Loyvt er ikki at luttaka hjá tveimum ymisku róðrarfeløgum, uttan tá barnaróður er annar.

Stk. 2
Um so er, at rógvari ella róðursmaður gerst sjúkur ella skaddur ella í heilt serligum førum ikki kann luttaka, kann manning taka rógvara ella róðursmann at luttaka í øðrum ella triðja róðri sama dag. Hetta skal altíð fráboðast skrivliga og góðtakast av RSF. Um ivamál eru, kann læknaváttan verða kravd av Róðrarsambandinum.
Henda støða skal í fyrstalagi verða íkomin dagin áðrenn stevnuna. Umsókn skal sendast til RSF ella latast inn skrivliga til RSF umboðið í málbilinum á stevnuni við læknaváttan, um neyðugt.

Grein 8
Um tilmeldaður bátur ikki ætlar sær á onkra av nevndu stevnum, skal hetta verða fráboðað Róðrarsambandinum skrivliga í seinasta lagi 5 dagar áðrenn rógvast skal (vanliga mánadag).

Grein 9
Um bátur ikki lýkur tær fyrisettu frámeldingartreytirnar uttan gilduga orsøk, so sum sjúku ella annað óhapp manningini viðvíkjandi, verður báturin útihýstur frá komandi stevnu.
Um frámeldingarfreistin verður brotin tvær ferðir í sama kappingarári av sama báti, verður báturin útihýstur frá kappingini restina av árinum.
Brot á frámeldingartreytirnar til ólavsøkukappróðurin verður sektað við bót kr. 300,- og kann bátur ikki luttaka aftur, fyrr enn hesin peningur er goldin.

 

[1] Broytt á aðalfundi í 2017