STEVNA

Grein 1.[1]
Tað eru 7 stevnur, sum geva stig til føroyameistaraheitið í kappróðri. Tær eru norðoyastevna, fjarðastevna, eystanstevna/varmakelda, jóansøka, sundalagsstevna, vestanstevna og ólavsøka.

Grein 2.[2]
Hesar 7 stevnurnar skulu í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin boða Róðrarsambandinum frá, nær stevna teirra verður árið eftir. RSF sendir bræv til stevnufyrireikararnar samtíðis sum innkalling til aðalfundin hjá RSF verður send, og minnir á, at í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin, skal Róðrarsamband Føroya hava at vita, nær stevna teirra verður árið eftir.
Um so er, at felag ikki hevur boðað frá hesum, verður stevnan dagsett á aðalfundinum.

Grein 3.[3]
Eisini skulu hesar 7 stevnurnar 14 dagar áðrenn fyrstu stevnu tilmelda til RSF:
1 høvuðsdómarabát (skjóttgangandi)
1 startdómarabát
2 hátalarabátar
– allir bátar við førara.
1 máldómara
1 hjálpara til máldómara
1 skjútta og
2 skrivarar. Hesir skulu møta í minsta lagi 1 tíma áðrenn fyrsta róður. Róðrarsamband Føroya sendir bræv til stevnufyrireikararnar samstundis, sum innkalling til aðalfundin hjá RSF verður send, og minnir á, at í seinasta lagi 14 dagar áðrenn fyrstu stevnu, skulu stevnufyrireikararnir hava tilmeldað omanfyristandandi til RSF.

Grein 4
Róð skal verða fyrra stevnudag (leygardag), men hetta kann broytast av Róðrarsambandinum ella høvuðsdómarunum.

Grein 5
Bert fimm tey bestu úrslitini í gjøgnum árið geva stig í FM í barnaróðri.

Grein 6
Um skaði kemur á startin, verður rokning fyri umvælingina send til avarandi felag, sum hevur havt stevnu.

Grein 7[4]
Avmerking av róðrarøkinum: Á startmálinum og dómaramálinum skulu tvær lætt sjónligar stengur (hvítar og reyðar) standa á landi sum ýti fyri róðursmenn og startdómarar.
Tvær boyur skulu avmerkja breiddina á róðrarøkinum. Hesar boyur skulu í seinasta lagi 4 tímar undan róðrinum leggjast út á 500 og 1000 metra málinum. Longdin millum hesar boyur skal vera so stór, at hvør bátur í minsta lagi hevur 11,5 metrar róðrarøki.
Inni á málinum skulu lætt sjónligar boyur liggja ella stengur standa sum stavnhald, 11,5 metrar millum hvørja boyu ella stong. Innan fyri málið skulu vera sjónlig frámerki, ið vísa breiddina og miðjuna á róðrarøkinum.

Grein 8.
Róðrarsambandið setir tveir startdómarar og eitt hjálparfólk til hvørja FM stevnu.

Grein 9.
Róðrarsambandið setir tveir høvuðsdómarar og eitt hjálparfólk.
Í góðari tíð áðrenn róður byrjar, helst 4, men ikki seinni enn 2 tímar áðrenn, kannar høvuðsdómarin niðanfyri nevndu viðurskifti:
1. at El 400 volt 3F+N.16A CEE stikk
2. at málstengur standa, sum tær skulu
3. at róðrarøkið er avmerkt og boyur útlagdar, sum tær skulu
4. at samskiftistól eru í lagi
5. at róparar eru í lagi
6. at videotól og málsnórar eru uppsett og í lagi
7. at revolvarar til start-, mál- og høvuðsdómarar eru í lagi
8. at fólkið, sum stílar fyri, er ikki ávirkað av rúsandi evnum.
9. at veðrið er til vildar at rógva, um ikki, skal róðurin kunna verða útsettur.

Grein 10.
Róðrarsambandið hevur tvey umboð á hvørjari stevnu. Hesi umboð hava m.a. til uppgávu at hava ta útgerð, sum er álagt RSF at koma við, við. Hesi umboð skulu helst møta 4 tímar, men ikki seinni enn 2 tímar, áðrenn róð verður.

Grein 11.
Fyri arbeiði sítt á stevnunum fáa høvuðsdómararnir , startdómararnir og hjálparfólk kr. 500,00 í part fyri hvørja stevnu.
14 dagar eftir stevnuna skulu stevnufyrireikararnir gjalda til Róðrarsambandið, sum síðan flytir peningin til høvuðsdómarar, startdómarar og hjálparfólkini.
Um peningurin ikki verður fluttur rættstundis, verða 250 kr lagdar afturat teimun 500 kr, til hvønn dómara og hjálparfólk sum hevur arbeitt á stevnu

Grein 12.
Allir luttakandi FM-bátar skulu verða komnir at standa á tí ávísta bátsøkinum í minsta lagi ein tíma undan fyrsta FM-róðrinum (vanl. kl 14:00).

Grein 13.
Allir luttakandi FM-bátar í FM í barnaróðri skulu verða komnir at standa á tí ávísta bátsøkinum í minsta lagi ein tíma undan fyrsta FM-Barnaróðrinum (vanl. kl 12:00)

Grein 14.
Tað verður álagt RSF at upplýsa stevnufyrireikarunum startnummarrøðina vanliga hósdag.

Grein 15.
Um róðrarøkið er ov trongt, ella aðrar orsøkir tala fyri tí, verður býtt upp í bólkar.

[1] Broytt á aðalfundi 2017

[2] Broytt í 2014

[3] Broytt í 2014

[4] Broytt á aðalfundi í 2017: 1500 og 2000 er tikið úr tekstinum.