REGLUGERÐ FYRI STEVNUGRUNNIN

Viðvíkjandi gjaldi til bátar, sum luttaka á FM-stevnum

Grein 1
Skipaður verður ein grunnur, sum fær 15% av hvørjum seldum atgongumerki til kappróður í FM-kappingini.

Grein 2[1]
(strikað)

Grein 3
Tey feløg, sum ikki møta á aðalfundinum, fáa ongan pening úr Stevnugrunninum, jf. grein 5 í lógunum fyri RSF.

Grein 4[2]
Peningurin verður at býta til feløgini eftir hesum reglum:

  1. Fyri at fáa part í býtinum, skal ein manning hava luttikið á minst fimm FM-stevnum í somu grein.
  2. Ein manning fær ein part fyri hvørja FM-stevnu, luttikið varð á. Sí tó pkt. 1.
  3. Peningurin verður lutaður feløgunum í mun til manningartal og luttøkustig.
  4. Manningar, sum rógva á heimaplássi sínum, fáa ikki lut í býtinum ta ferðina, men koma annars undir júst tær somu reglur, sum hinir manningarnar.
  5. Eingin manning kann fáa meira enn sjey býtispartar. Tað vil siga ein part fyri hvørja stevnu, hon er til.

Grein 5
RSF útflýggjar blokkar við atgongumerkjum til allar stevnur. Vanliga hósdag.
Stevnufyrireikarunum/kappróðrarfeløgunum áliggur at senda inn avrokning fyri atgongumerkjasøluna til RSF í seinasta lagi 14 dagar eftir, at róðurin hevur verið. Avroknast skulu bæði seld og ikki seld atgongumerkir. Samstundis skal parturin, sum hesin grunnur hevur rætt til, sendast RSF, sum setir hann á bundna konto til omanfyri nevnda endamál. Um peningurin ikki verður goldin rættstundis, skal felagið gjalda 20% ístaðin fyri 15%. Hesi 5% eyka fella beinleiðis til RSF.
Er peningurin ikki goldin 2 mánaðir eftir at róðurin hevur verið, missir stevnufyrireikarin/kappróðrarfelagið rættin at standa fyri stevnuni næstu ferð. RSF avgerð hvør skipar fyri stevnuni.

Grein 6
RSF umsitur grunnin og avgerð øll ivamál. RSF syrgir fyri innan 14 dagar aftan á aðalfund, at peningurin verður býttur út til feløgini, sum hava bátar, ið eiga rætt til part í býtinum.

 

[1] Broytt á aðalfundi í 2017

[2] Broytt á aðalfundi í 2017