LÓGIR FYRI RÓÐRARSAMBAND FØROYA, RSF

Grein 1
Róðrarsamband Føroya, RSF, er ein samgonga av øllum feløgum í ÍSF, ið íðka róður. RSF hevur við formanni sínum sæti í stjórn ÍSF. RSF er hægsti myndugleiki í øllum róðrarviðurskiftum.

Grein 2
RSF hevur til endamáls at menna og skapa áhuga fyri róðri og at vera stuðul hjá feløgum í samarbeiðnum sínámillum, umframt at umboða róður á alheims stigi og í alheims og millumlanda róðrarsamgongum.

Grein 3
Ítróttarfelag, ið er limur í ÍSF, og sum íðkar róður, skal gerast limur í RSF.
Umsókn um limaskap verður at senda RSF, ið ger av, um felag kann gerast limur. Útmeldan av felag skal eisini sendast RSF.
Felag skal boða frá, hvørjar litir, felagið ætlar at nýta til bátarnar, og RSF skal góðkenna hesar.
Um felag vil skifta lit, skal skrivlig umsókn sendast RSF til viðgerðar.
Tað er ikki loyvt bátum at hava lýsingar á bátunum í FM-róðri.
Tað er ikki loyvt at broyta nakað við bátinum frá upprunastandi uttan við loyvi frá RSF.

Grein 4
Hægsta vald RSFs er aðalfundurin, sum verður hildin áðrenn 1. apríl, og skal verða fráboðaður feløgunum skrivliga umvegis teldupost minst tveir mánaðar frammanundan við hesi dagsskrá:[1]
1. Val av orðstýrara, ið helst skal verða løgfrøðingur.[2]
2. Formaðurin greiðir frá virki sambandsins í farna ári.
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
4. Innkomin mál.
5. Ásetan av stevnudagfesting til næsta kappingarár.
6. Ásetan av atgongumerkjaprísi.[3]
7. Val av nevndum og eykamonnum.
8. Ymiskt.

Roknskapur sambandsins gongur frá 1. januar til 31. desember.

Grein 5
Hvørt felag kann senda trý umboð til aðalfundin. Eingin kann á aðalfundi umboða róðrarfelag, uttan at hava verið limur í felagnum í minsta lagi ein mánað, og uttan at hava limagjalds- og onnur limaviðurskifti síni í lagi.
Harafturat skal felag hava luttikið við í minsta lagi einari manning í tveimum FM-róðrum undanfarnu trý kappingarárini.
Einki felag kann atkvøða á aðalfundi, uttan at hava síni peningaligu og umsitingarligu viðurskifti í lagi við ÍSF og RSF.
Á aðalfundinum ber ikki til at atkvøða við fullmakt.
Tey feløg, sum ikki møta á aðalfundinum, fáa ongan pening úr stevnugrunninum. Felag, ið hevur havt og hevur stevnu, hevur møtiskyldu.

Grein 6
Atkvøðurætt á aðalfundinum hava feløgini við einari atkvøðu hvørt og nevnd RSFs við einari atkvøðu.[4]
Dómsnevndin, grannskoðarin og starvsnevnd ÍSFs hava talurætt og rætt til at seta fram uppskot.

Grein 7
Á aðalfundinum kunnu lógaruppskot ikki verða viðgjørd ella lógarbroytingar gjørdar, uttan at tær standa á fundarskránni. Broytingar til innkomin lógarmál kunnu ikki viðgerast uttan so, at broytingin er skrivliga fráboðað nevnd RSFs 8 dagar áðrenn aðalfundin.
Uppskot um lóg og lógarbroyting skulu vera nevndini hjá RSF í hendi í seinasta lagi 30 dagar áðrenn aðalfundin.
Uppskot í samband við nevndarval skulu somuleiðis vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin.
RSF skal senda innkomnu uppskotini út til feløgini í seinasta lagi 21 dagar áðrenn aðalfundin. Broytingaruppskot skulu verða RSF í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin. Broytingaruppskotini skulu sendast útaftur av RSF í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin.
Fyri at uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meira enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Eru tvey ella fleiri uppskot um sama mál, verður atkvøtt um øll uppskot. Tað, sum fær flestar atkvøður, verður samtykt. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri uppskot eftir fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt av nýggjum um hesi uppskot. Stendur enn á jøvnum millum tvey ella fleiri uppskot, er atkvøða formansins avgerandi.[5]
Eykaaðalfundur kann verða hildin, um nevndin ynskir tað, ella um helvtin av feløgunum ynskja tað. Og skal vera fráboðaður feløgunum skrivliga og við lýsing í bløðum minst 5 dagar frammanundan við hesi dagskrá:

  1. Val av orðstýrara
  2. Innkomin mál

Grein 8
Hægsti mynduleiki felagsins er aðalfundurin. Dagligu leiðsluna av RSF hevur nevndin.
Í nevndini sita formaður, næstformaður og fýra nevndarlimir. Stendur á jøvnum við atkvøðugreiðslu, er atkvøða formansins avgerandi.
Formaður og næstformaður verða valdir einsæris á aðalfundinum til at sita í tvey ár, soleiðis at teir verða valdir annaðhvørt ár.
Valdir verða tveir nevndarlimir annaðhvørt ár til at sita í tvey ár, og tveir annaðhvørt ár til at sita í tvey ár.
Valdir verða tveir tiltakslimir at sita eitt ár.
Aðalfundurin velur 3 limir í dómsnevnd, sum arbeiðir sambært reglugerð fyri dómsnevndir hjá ÍSF.
Nevndarlimir fáa onga løn fyri starv sítt.
Nevndin skal útinna viðtøkur, sum gjørdar eru á aðalfundi.
Nevndin er í dagliga virkinum hægsti mynduleiki RSF. Nevndin velur eina trímannanevnd, sum hevur øll fíggjarlig viðurskifti um hendi.
Nevndin hevur heimild til at seta undirnevndir, um neyðugt við limum uttan fyri RSF. Reglugerð um virksemi hjá undirnevndum skal gerast av nevndini. Nevndin hevur heimild at broyta avgerðir, sum eru tiknar av undirnevnd. Somuleiðis er heimilað nevndini at gera aðrar reglugerðir, ið viðvíkja kappróðri.

Grein 9
Nevndin sendir limafeløgunum og[6] ÍSF árliga frágreiðing um virki sambandsins.

Grein 10
RSF er uttanveltað í politiskum, sosialum og átrúnaðarligum spurningum.

Grein 11
Fíggjarliga grundarlagið er inntøka av luttøkugjaldi og parti av landskassastudningi o.ø.

Grein 12
Rógva í FM-róðri kunnu tey, ið til eina og hvørja tíð lúka tær av ÍSF og RSF settu reglur.

Grein 13
Uppskot um at taka av RSF kann bert leggjast fram á aðalfundi. Fyri at vinna sømdir, skal uppskotið samtykkjast av 3/4 av teimum, ið atkvøðurætt hava, samstundis sum í minsta lagi 3/4 av feløgunum eru umboðað.
Møguligar ognir falla ÍSF at umsita, til RSF verður endurstovnað.

Samtykt fyrstu ferð xx.xx.xx
seinast broytt 25. mars 2017

[1] Broytt á aðalfundi í 2017

[2] Broytt á aðalfundi í 2015

[3] Varð á aðalfundi í 2015 broytt frá 80kr til 100kr

[4] Broytt á aðalfundi 2015

[5] Nýtt reglubrot komið inn á aðalfundi í 2016

[6] Broytt á aðalfundi í 2015