KAPPRÓÐRARØKIÐ

Grein 1:
Økið til kappróðrarbátar at standa á skal ávísast av kappróðrarfelagi, sum stendur fyri stevnu.

Grein 2 :
Dráttur skal vera minst 6 alin og 8 tm breiður (4 metrar),soleiðis at bátarnir kunnu dragast, uttan at vandi skal vera fyri fólki ella bátum.

Grein3:
Stevnudagin hevur felag, sum skipar fyri róðri, skyldu til at syrgja fyri:
a. at ábyrgdarfólk er til staðar til leiðbeining fyri umboðum RSF.
b. at ábyrgdarfólk tekur ímóti og skipar fyri, at allir bátar verða settir á rætt pláss og bólkaðir.
c. at dráttur er í lagi.
d. at hóskandi høli er tøkt á máløkinum til máldómarar, sjónvarpsupptøku, útvarp o.a.
e. at bátar koma avstað rættstundis og í rættari raðfylgju til kappróðurin.
f. at viðurskifti annars, sum ikki beinleiðis hoyra undir RSF, eru í lagi.

Grein 4:
Um felag, ið skipar fyri kappróðri, ikki hevur viðurskiftini, nevnd undir gr. 1-3, í lagi í minsta lagi 4 tímar áðrenn kappróðurin byrjar, kann hetta fáa avleiðingar fyri róðurin, møguliga føra til avlýsing.

Grein 5[1]

Viðvíkjandi uppmáting av kappróðrarøki, skal Matrikkulstovan hava uppmált økið og sett tvey matrikkulmerkir á málinum, 500 m og 1000 m. Somuleiðis skulu tvey matrikkul merkir verða á miðjuni á kappróðrarøkinum, har hetta er landfrøðiliga møguligt.

Grein 6
Kappróðrarøkið skal vera soleiðis, at startlinja og mállinja eru vinkulrættar av róðrarteininum.

Grein 7
Álagt verður stevnufyrireikarunum, at hátalaraanlegg skal verða á máløkinum til áskoðararnar.

 

[1] Broytt á aðalfundi í 2017: 1500 og 2000 er tikið úr tekstinum.