KAPPINGARTEINAR OG BÓLKAR

Grein 1:
Kappingarteinurin:[1][2]

  1. Allir róðrarnir í øllum bátastøddum verða 1000 metrar, tó barnamanningar 500 metrar.
  2. Tað verður sett ein nágreinulig klokkutíð fyri, nær hvør einstakur róður verður (dømi: 5mf dreingir rógva kl. 1500, 6mf kvinnur kl. 1515 osv.)
  3. Hendan klokkutíð má ikki framskundast uttan heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi. Broyttu tíðirnar kunngerðast í góðari tíð.
  4. Koma seinkingar inn av einari ella aðrari orsøk, skulu fyrireikararnir sum skjótast tilber varðskógva rógvarum, útvarpsbátinum og áskoðarum. Nýggj klokkutíð skal síðani ásetast, nær róðrarnir so verða avgreiddir.
  5. RSF ásetur í hvørjum einstøkum føri raðfylgjuna, sum róð verður í. Eru umstøðurnar soleiðis, at teinurin ikki kann vera sum ásett, kann hann verða styttur.
  6. Róð verður um FM í 5-mannafør gentur, dreingir og kvinnur. 6-mannafør menn og kvinnur. 8-mannfør menn. 10-mannfør menn. Stig verð luta eftir Grein 17 í Døming
  7. Róð verður um FM í barnaróðri, 5-mannfør gentir og dreingir, har stig verða lutað sum eftir grein 5 í Stevnu (t.v.s. 5 tey bestu úrslitini telja).
  8. Róð verður um FM í Masters í 6-mannfør kvinnur og 10-mannafør menn. Stig verða lutað eftir Grein 18 í Døming.

Grein 2:
Báturin, sum vann á síðstu stevnu, liggur í mittasta róðrarbana. Hinir bátarnir liggja út frá mittasta róðrarbana soleiðis, at nr. 2, 4, 6 o.s.fr. liggja høgrumegin, og nr. 3, 5, 7 o.s.fr. liggja vinstrumegin. Meldar bátur frá til næstu stevnu, broytist raðfylgjan soleiðis, at bátarnir, sum komu á mál eftir frámeldaða bátin, flyta eina plasering fram á startlistanum til næstu stevnu.
Enda bátar javnir á eini stevnu, skipar RSF fyri lutakasti um, hvar bátarnir skulu liggja á næstu stevnu.
Startnummar 1 er ytsta plássið høgrumegin, sæð frá startplássi móti máli.

Grein 3:
Gentur rógva fyri seg og dreingir fyri seg í barnaróðri. Til ber eisini at hava blandaða manning, tó at hon telir sum dreingjamanning í barnaróðri.

Grein 4:[3]
Gentur og dreingir, kvinnur og menn, kunnu rógva við øllum bátastøddum. Verður róð við blandaðari manning, telur hon sum mannfólkamanning. Tó kunnu kynini stýra hvørt hjá øðrum leyst av hesi reglu.

Grein 5:
Bólkabýtið.
Um hetta er fyrsta stevna í árinum, verður býtt við lutakasti. Er tað harafturímóti stevna mitt í árinum, verður tað eftir støðuni frá síðstu stevnu. Í bólki nr. 1 verða bátur nr. 1, 3, 5, 7, 9, 11, 13, 15 o.s.fr. Í bólki nr. 2 verða bátur nr. 2, 4, 6, 8, 10, 12, 14, 16 o.s.fr.

Grein 6:
5 teir fremstu í hvørjum bólki rógva í finaluni við hesum startnumrum:
Bátur nr. 5 úr bólki nr. 2 fær startnr. 4
Bátur nr. 4 úr bólki nr. 1 fær startnr. 5
Bátur nr. 3 úr bólki nr. 2 fær startnr. 6
Bátur nr. 2 úr bólki nr. 1 fær startnr. 7
Bátur nr. 1 úr bólki nr. 2 fær startnr. 8
Bátur nr. 1 úr bólki nr. 1 fær startnr. 9
Bátur nr. 2 úr bólki nr. 2 fær startnr. 10
Bátur nr. 3 úr bólki nr. 1 fær startnr. 11
Bátur nr. 4 úr bólki nr. 2 fær startnr. 12
Bátur nr. 5 úr bólki nr. 1 fær startnr. 13

 

[1] Broytt á eykaaðalfundi í 2016.

[2] Broytt á aðalfundi 2017

[3] Broytt á aðalfundi 2017