KÆRUR

KÆRUR

Grein 1:
Kærumál skulu skrivliga vera RSF í hendi í seinasta lagi 3 samdøgur aftan á róðurin saman við kr. 500, undirskrift frá einum limi úr nevnd felagsins og bátsformanninum á avvarandi báti. Hetta kann tó ikki vera ein og sami persónur.
Um kærumál ikki vinnur sømdir, verður peningurin ikki afturgoldin. RSF skal hava svarað skrivliga í seinasta lagi dagin fyri næsta kappingardag, og í seinasta lagi 6 samdøgur eftir síðsta róður á árinum (ólavsøka)

Grein 2:
Í dómsnevndini sita 3 limir. Teir verða valdir av aðalfundinum hjá Róðrarsambandinum fyri 2 ár í senn, soleiðis at tveir verða valdir eitt ár og ein árið eftir. Fyrstu ferð verður hetta skiftið gjørt við lutakasti. Valdir verða tríggir tiltaksmenn, sum taka sess í nevndini, um tað berst limi frá, ella hann er gegnigur.
Nevndarlimur í ítróttafelag kann ikki gerast limur í dómsnevndini.

Grein 3:
Úrskurður hjá RSF kann av pørtunum kærast til dómsnevndina, og skal hetta verða gjørt í seinasta lagi sjey samdøgur eftir, at partarnir hava fingið kunnleika um úrskurðin.

Grein 4:
Úrskurður hjá dómsnevndini kann av pørtunum kærast til ítrottardómstólin, og skal hetta verða gjørt í seinasta lagi sjey samdøgur eftir, at partarnir hava fingið kunnleika um úrskurðin.

Grein 5:
Sakarmál, sum Ítróttadómstólurin hevur avgreitt, kann bara undir heilt serligum umstøðum verða tikið uppaftur til nýggja viðgerð.

Grein 6:
Ein tikin avgerð hjá Ítróttadómstólinum kann ikki skjótast inn fyri nakran annan stovn innan ÍSF.