DØMING

Grein 1:
Høvuðsdómarin er hægsti myndugleiki á róðrarøkinum.

Grein 2:
Við høvuðsdómarabátinum mugu bert vera førarin á bátinum og høvuðsdómarin
sjálvur. Harafturat kann hjálparfólk hjá høvuðsdómaranum og fólk við prógvi frá
dómaraskeiðunum koma við, tó eftir skrivligari umsókn til RSF í seinasta lagi dagin
fyri róð verður.

Grein 3:
Aftan á startin og til bátarnir koma á mál, skal frá høvuðsdómarabátinum verða
ansað eftir, at róðurin fer regluliga fram.

Grein 4[1]
Skuldu tveir bátar stoytt saman, og tað ikki kann sigast at vera gjørt við vilja,
kann høvuðsdómarin steðga róðrinum og krevja nýggjan start. Hetta skal bert
verða gjørt, um høvuðsdómarin við vissu heldur, at úrslitið í stigatalvuni hevði verið
øðrvísi, um ikki samanstoytur var hendur. Umróður kann steðga til aftan á seinasta
start. Vil bátur ikki rógva umaftur, verður hann koyrdur úr kappingini galdandi
kappingardag.

Grein 5:
Um høvuðsdómarin krevur umróður í barnaróðri, skal altíð startast av tí upprunaliga
startplássinum.

Grein 6:[2]
Gul kort givin í umróðri, skyldaður av at bátar eru komnir javnt á mál, sí grein 15 undir døming, eru bert galdandi fyri umróðurin.

Grein 7:[3]
Reyð kort givin í umróðri, skyldaður av at bátar eru komnir javnt á mál, sí grein 15 undir døming, eru bert galdandi fyri umróðurin, og tapur báturin bert umróðurin.

Grein 8[4]
Høvuðsdómarin skal ansa eftir, at eingin óviðkomandi bátur uttanífrá kemur inn á
kappróðrarøkið. Um óviðkomandi bátur órógvar róðurin, skal róðurin skjótast av og
rógvast skal umaftur frá upprunastarti, um minni enn 1000 m eru eftir skal startast
av 1000 m

Grein 9[5]
Fylgir bátur róðrinum, sum sigur frá tilgongdini, má hann ansa eftir ikki at koma inn
á kappróðrarøkið. Um báturin órógvar róðurin, skal róðurin skjótast av og rógvast
skal umaftur frá upprunastarti, um minni enn 1000 m eru eftir skal startast av 1000
m.

Grein 10[6]
Um bátur brýtur árar ella tollar ella slítur homlubond og annað, sum skal til fyri at
rógva, og hetta ikki er orsakað av samanstoyti, skal kappróðurin halda fram og ikki
tarnast av hesum.
Um bátur verður fyri hesum óhappi og ikki ætlar at halda fram við róðrinum, eigur
manningin at verða sitandi, so hetta ikki órógvar hinar manningarnar og dómaran.
Órógvar báturin, skal róðurin skjótast av, og rógvast skal umaftur frá upprunastarti. Órógvandi báturin skal vera koyrdur úr kappingini.

Grein 11:
Undir kappróðrinum skulu vera tveir startdómarar og eitt hjálparfólk.
Av startdómarunum krevst, at teir eru góðkendir av Róðrarsambandinum.
Við startdómarabátinum mugu bert vera førarin á bátinum og startdómarar.
Harafturat kann hjálparfólk og fólk við prógvi frá dómaraskeiðunum koma við, tó
eftir umsókn til RSF í seinasta lagi dagin fyri róð verður.

Grein 12:
Startdómararnir skulu syrgja fyri, at framstavnarnir liggja á linju, tá ið startað
verður. Startdómarin hevur heimild til at skjóta róðurin av upp til 20 sekund eftir
startin.
Hongur bátur eftir, skal róðurin skjótast av[7].
Áðrenn skotið verður, skal dómarin týðiliga rópa: Klárir/Klárar.
Tað kann verða nýttur fastur startur frá boyum ella øðrum. Er ov nógvur
síðuvindur, verður fastur startur ikki nýttur.
Breidd millum bátarnar: 11,5 metrar

Grein 13:
Av máldómarunum krevst, at teir eru góðkendir av Róðrarsambandinum
Inni á máli skulu vera ein máldómari og aftur at honum ein hjálpari.
Inni á málinum skal vera ein skjútti.
Inni á málinum skal eisini vera ein høvuðsdómari.
Eisini skulu tveir skrivarar vera til staðar.

Grein 14:
Bátur er á máli, tá ið kjósin fer um mállinjuna. Máldómarin ella hjálparin hjá
máldómaranum skulu týðiliga rópa nummar ella navn á bátinum í tí, kjósin fer um
mállinjuna. Skrivarin hjá máldómaranum skal gera ein lista yvir, í hvørjum raði,
bátarnir koma á mál.
Róðrarsambandið hevur skyldu til at senda fjølmiðlunum røttu úrslitini av róðrinum.

Grein 15[8]:
Endar ein róður soleiðis, at dómararnir ikki við vissu kunnu avgera, hvør av bátunum er fyrstur, fáa allir bátarnir fyrsta plássið og 7 stig. Eingin bátur fær 2. pláss ella 3. pláss, um tað eru tríggir, ið eru javnir. Somuleiðis, um javnt er aftaná nr. 1, fáa bátarnir somu plasering og stig, og tað lægra ella lægru stigini fella burtur.

Stk. 2

Um tveir ella fleiri bátar verða fremst og verða javnir í stigum eftir seinasta FM-róður, verður umróður sama dag um plássini í FM. RSF avgerð tíðspunktið, nær umróðurin skal verða. Teinurin, ið rógvin verður, er tann sami, sum í uppruna róðrinum.

Grein 16[9]:
(strikað)

Grein 17:
Stigini í FM verða býtt soleiðis: Bátur nr. 1 fær 7 stig, nr. 2 fær 6 stig, nr. 3 fær 5
stig, nr. 4 fær 4 stig, nr. 5 fær 3 stig, nr. 6 fær 2 stig og nr. 7 fær 1 stig.
Stendur á jøvnum millum fleiri bátar, tá stevnurnar eru av, er tann vinnari, sum
varð best plaseraður seinasta FM-róður í kappingarárinum.

Grein 18:
Róð verður í FM í 6 mannaførum old girls og 10 mannaførum old boys á trimum
stevnum – á Ólavsøku og báðum teimun undanfarnu stevnunum.

Grein 19:
Umboð RSF skulu vera til ráðgeving og hjálp hjá dómarum og skulu verða tikin við
uppá ráð, tá ið serligar umstøður gera seg galdandi.
Umboð RSF hava myndugleika sum eygleiðarar á stevnum.
RSF kan í heilt serligum førum yvirtaka leiklutin sum høvuðsdómari. Um hetta gerst
neyðugt, skulu bæði umboðini hjá RSF á stevnuni og báðir startdómaranir vera
samd/ir í hesi avgerð.

 

[1] Broytt á aðalfundi í 2017: Orðingin er tillagað 1000m teinin.

[2] Nýggj grein frá 2014

[3] Nýggj grein frá 2014

[4] Broytt á aðalfundi í 2017: Orðingin er tillagað 1000m teinin.

[5] Broytt á aðalfundi í 2017: Orðingin er tillaga 1000m teinin.

[6] Broytt á aðalfundi í 2017: Orðingin er tillaga 1000m teinin.

[7] Broytt á aðalfundi í 2015

[8] Øll greinin broytt á aðalfundi 2017

[9] Strikað á aðalfundi 2017