BÁTUR OG TRYGD

BÁTUR OG TRYGD

Grein 1:
Øll bátanøvn skulu góðkennast av RSF.

Grein 2:
Øll bátanøvn skulu fráboðast og góðkennast av RSF, áðrenn nýggjur bátur verður
uppmáldur.
Luttakandi bátur skulu hava loyvisbræv frá RSF, tað vil siga, at bátarnir skulu vera
lógliga uppmáldir av RSF. um tollar, tiljur og fótalunnar og annað, sum skal til fyri at
rógvast kann við bátinum, ikki eru í batinum tá báturin verður uppmáldur, skal RSF
sýna bátin áðrenn loyvisbrævið verður útflýggja avarandi felagi. Avvarandi felag
rindar kr. 300,00 fyri loyvisbrævið, lýkur báturin ikki hesi krøv kan báturin ikki nýtast
til kappróður.

Grein 3:
Tað er ikki loyvt bátum at hava lýsingar á bátunum í FM-róðri.

Grein 4:
Tað er ikki loyvt at broyta nakað við bátinum frá upprunastandi uttan við loyvi frá
RSF.

Grein 5:
Øll mát á bátinum verða máld út frá donskum / norkur tummun, ein danskur / norkur
tummi er 26,15 mm

Grein 6:
Báta mát.

Mát á 10-mannafarið

Àsett bátamál:
1 Longd:
1a millum stavna, oman fyri enniknæ – ikki yvir +/- 1 tm13 alin10 tm
1b millum reisingina, 12 tummar oman kjøl – ikki yvir12 alin 4 tm
1c full kjalarlongd – ikki yvir 9 alin 9 tm

2 Sjey føtur framman fyri hálva longd:

2a breidd millum rima um yvirtrom – ikki yvir 2 alin14tm
2b breidd, 7 tummar oman fláborð við kjalaborðssúðu – ikki undir 1 alin11tm
2c dýbd av yvirtrom á rim niður á fláborð við kjalarborðsúðu – ikki undir 1 alin 2 tm

3 À hálvari longd:

3a breidd millum rima um yvirtrom – ikki yvir 3 alin 3 tm
3b breidd, 7 tummar oman fláborð við kjalarborðssúðu – ikki undir 2 alin 1 tm
3c dýbd av yvirtrom á rim niður á fláborð við kjalarborðsúðu – ikki undir 0 alin21 tm
3d dýbd á sogu frá kjalborið við kjøl – ikki undir 0 alin 2 tm

4 Sjey føtur aftan fyri hálva longd:

4a breidd millum rima um yvirtrom – ikki yvir 2 alin16 tm
4b breidd, 7 tummar oman fláborð við kjalaborðssúðu – ikki undir 1 alin12 tm
4c dýbd av yvirtrom á rim niður á fláborð við kjalarborðsúðu – ikki undir 1 alin 0 tm

5 Bakrong:

5a frá stavni oman enniknæ til fremst á rong, miðskeiðis – ikki yvir 1 alin 9 tm

6 Bekkir:

6a bekkir skulu vera 7 tm +/- 1 tm, bekkirnir skulu vera javnt breiðir 0 alin 6 tm
Mát á 8-mannafarið

Àsett bátamál:
1 Longd:
1a millum stavna, oman fyri enniknæ – ikki yvir +/- 1 tm12 alin 8 tm
1b millum reisingina, 10 tummar oman kjøl – ikki yvir11 alin 0 tm
1c full kjalarlongd – ikki yvir 8 alin 6 tm

2 Seks føtur framman fyri hálva longd:

2a breidd millum rima um yvirtrom – ikki yvir 2 alin12 tm
2b breidd, 6 tummar oman fláborð við kjalaborðssúðu – ikki undir 1 alin 6 tm
2c dýbd av yvirtrom á rim niður á fláborð við kjalarborðsúðu – ikki undir 1 alin 0 tm

3 À hálvari longd:

3a breidd millum rima um yvirtrom – ikki yvir 3 alin 0 tm
3b breidd, 6 tummar oman fláborð við kjalarborðssúðu – ikki undir 1 alin22 tm
3c dýbd av yvirtrom á rim niður á fláborð við kjalarborðsúðu – ikki undir 0 alin20 tm
3d dýbd á sogu frá kjalborið við kjøl – ikki undir 0 alin 2 tm

4 Seks føtur aftan fyri hálva longd:

4a breidd millum rima um yvirtrom – ikki yvir 2 alin14 tm
4b breidd, 6 tummar oman fláborð við kjalaborðssúðu – ikki undir 1 alin 9 tm
4c dýbd av yvirtrom á rim niður á fláborð við kjalarborðsúðu – ikki undir 0 alin22 tm

5 Bakrong:

5a frá stavni oman enniknæ til fremst á rong, miðskeiðis – ikki yvir 1 alin 9 tm

6 Bekkir:

6a bekkir skulu vera 7 tm +/- 1 tm, bekkirnir skulu vera javnt breiðir 0 alin 6 tm

Mát á 6-mannafarið

Àsett bátamál:
1 Longd:
1a millum stavna, oman fyri enniknæ – ikki yvir +/- 1 tm11 alin10 tm
1b millum reisingina, 10 tummar oman kjøl – ikki yvir10 alin 5 tm
1c full kjalarlongd – ikki yvir 7 alin12 tm

2 Fýra og ein hálvan fót framman fyri hálva longd:

2a breidd millum rima um yvirtrom – ikki yvir 2 alin 11 tm
2b breidd, 5 tummar oman fláborð við kjalaborðssúðu – ikki undir 1 alin 5½ tm
2c dýbd av yvirtrom á rim niður á fláborð við kjalarborðsúðu – ikki undir 0 alin 21¼
tm

3 À hálvari longd:

3a breidd millum rima um yvirtrom – ikki yvir 2 alin19 ½ tm
3b breidd, 5 tummar oman fláborð við kjalarborðssúðu – ikki undir 1 alin18 tm
3c dýbd av yvirtrom á rim niður á fláborð við kjalarborðsúðu – ikki undir 0 alin19 tm
3d dýbd á sogu frá kjalborið við kjøl – ikki undir 0 alin 2 tm

4 Fýra og ein hálvan fót aftan fyri hálva longd:

4a breidd millum rima um yvirtrom – ikki yvir 2 alin 12½ tm
4b breidd, 5 tummar oman fláborð við kjalaborðssúðu – ikki undir 1 alin 8 tm
4c dýbd av yvirtrom á rim niður á fláborð við kjalarborðsúðu – ikki undir 0 alin21 tm

5 Bakrong:

5a frá stavni oman enniknæ til fremst á rong, miðskeiðis – ikki yvir 1 alin 7 tm

6 Bekkir:

6a bekkir skulu vera 7 tm +/- 1 tm, bekkirnir skulu vera javnt breiðir 0 alin 6 tm

Mát á 5-mannafarið

Àsett bátamál:
1 Longd:
1a millum stavna, oman fyri enniknæ – ikki yvir +/- 1 tm10 alin12 tm
1b millum reisingina, 10 tummar oman kjøl – ikki yvir 9 alin14 tm
1c full kjalarlongd – ikki yvir 7 alin 5 tm

2 Fýra og ein hálvan fót framman fyri hálva longd:

2a breidd millum rima um yvirtrom – ikki yvir 2 alin 8 tm
2b breidd, 5 tummar oman fláborð við kjalaborðssúðu – ikki undir 1 alin 2 tm
2c dýbd av yvirtrom á rim niður á fláborð við kjalarborðsúðu – ikki undir 0 alin 21 tm

3 À hálvari longd:

3a breidd millum rima um yvirtrom – ikki yvir 2 alin15 tm
3b breidd, 5 tummar oman fláborð við kjalarborðssúðu – ikki undir 1 alin15 tm
3c dýbd av yvirtrom á rim niður á fláborð við kjalarborðsúðu – ikki undir 0 alin18 tm
3d dýbd á sogu frá kjalborið við kjøl – ikki undir 0 alin 2 tm

4 Fýra og ein hálvan fót aftan fyri hálva longd:

4a breidd millum rima um yvirtrom – ikki yvir 2 alin 9 tm
4b breidd, 5 tummar oman fláborð við kjalaborðssúðu – ikki undir 1 alin 5½ tm
4c dýbd av yvirtrom á rim niður á fláborð við kjalarborðsúðu – ikki undir 0 alin 18 tm

5 Bakrong:

5a frá stavni oman enniknæ til fremst á rong, miðskeiðis – ikki yvir 1 alin 6 tm
6 Bekkir:

6a bekkir skulu vera 7 tm +/- 1 tm, bekkirnir skulu vera javnt breiðir 0 alin 6 tm
Grein 7:
1. Ein fótalunni skal vera gjørdur av einum planka av reinum træð, ið tí er ikki loyvt
at brúka krydsfiner, spønplátur og tílíkt tilfar.
2. Fótalunnin skal vera festur í listan úti í borðinum og snælduna.
3. Fótalunnin skal í mesta vera fýra tummar høgur.
4. Fótalunnin skal í minsta lagi vera i tveir tummar tjúkkur.
5. Loyvt er at leggja oman á fótalunnan, so man røkkur niður á við føtrunum. (t.d.
um ymiskar manningar rógva við sama báti)
6. Fótalunnin skal vera í minsta lagi 1 tumma niður frá bekkinum.
7. Fótalunnin til lærmenninar á átta og tíggjumannafari, ovari fótalunni skal vera
sum ein vanligur bekkur í hædd, niðari fótalunni skal lúka somu treytir sum í
grein 6
8. Róðursmaðurin kann nýta ein fótalunna. hann skal lúka somu treytir ið í grein 3
og 4.

Grein 8:
Vísast skal til: Kunngerð Nr. 66 frá 12. juni 2008 um bjargingarútgerð á
kappróðrarbátum.
Tá lagt verður frá landi undir venjing, skal øll manningin á kappróðrarbáti vera í
einum av Skipaeftirlitinum góðkendum bjargingar-vesti. Felagið, ið báturin rør fyri,
skal ansa eftir, at manning, sum ikki er fylt 15 ár, nýtir bjargingarvest.

Grein 9:
Vísast skal til: Kunngerð Nr. 66 frá 12. juni 2008 um bjargingarútgerð á
kappróðrarbátum.
Kappróðrarbátur skal hava hesa útgerð umborð undir venjing:
1) kumpass,
2) pøs ella eyskar at oysa við,
3) radarreflektor, sum er festur á stong, ið røkkur minst ein metur yvir stavnarnar
4) floytu ella blásilúður.

Grein 10:
Vísast skal til: Kunngerð Nr. 66 frá 12. juni 2008 um bjargingarútgerð á
kappróðrarbátum.
Undir kappróðri er ikki neyðugt, at manningin er í bjargingarvestum, men skulu
vestarnir
vera í bátinum. Høvuðsdómararnir á kappróðrarøkinum kunnu tó áleggja manningini
at vera í
vestinum undir róðrinum, um hetta verður mett neyðugt.

Grein 11:
Vísast skal til: Kunngerð Nr. 66 frá 12. juni 2008 um bjargingarútgerð á
kappróðrarbátum.
Undir kapróðri skal kappróðrarbátur hava hesa útgerð umborð.
1) bátshaka.
2) pøs ella eyskar.
3) bjargingarvestar.
4) kumpass.

Grein 12:
Útgerð til ferðamáting er loyvd, men skal hendan góðkennast av RSF við skrivligari
umsøkn til hvønn einstakan bát.