ÁVARINGARSKIPAN

Grein 1:
Kort verða givin fyri brot á reglur fyri FM í kappróðri.

Grein2:
Gult kort verður givið fyri smærri brot.

Grein 3:
Reytt kort verður givið fyri stór brot.

Grein 4:
Tvey gul kort givin sama dag til somu manning/bát, verður báturin kolldømdur.

Grein 5:
Trý gul kort givin á ymiskum kappingardøgum til somu manning/bát, verður báturin kolldømdur tann dagin, triðja gula kortið fellur.

Grein 6
Gul kort verða givin:
1. Um róðrarmanning ikki aktar boð frá start- og høvuðsdómarum.
2. Um róðrarbátur tjóvstartar.
3. Um róðrarbátur undir róðri fer av róðrarøki sínum og inn á økið hjá øðrum róðrarbáti.
4. Um róðursmaður/-kvinna reisir seg undir róðri.
5. Um róðrarbátur hongur eftir, eftir at startað er, (fyrivarni skulu tó vera tikin, um bátur hongur eftir av tekniskum feilum á útgerð hjá RSF).
6. Um útgerð ásett av RSF vantar í bátinum. Vísast skal vera til lógir um bátin grein 10.
7. Um róðrarbátur ikki er á kappróðrarøkinum, ávíst av stevnufyrireikaranum, minst ein tíma fyri fyrsta FM róður.
8. Um bátur kemur ov seint til start

 

Grein 7:
Reyð kort verða givin:
1. Um róðrarbátur, við vilja ella av grovum ósketni, undir róðri fer av róðrarøki sínum og inn á økið hjá øðrum róðrarbáti, og órógvar kappingarneytan/-ar.
2[2]. (strikað)
3. Um róðrabátur órógvar vegna óhapp á róðrarútgerð. Víst verður til grein 8 í reglum fyri døming.

Grein 8:
Høvuðsdómarin skal geva skrivliga ávaringarfrágreiðing til dømda bátin beinanvegin úti á róðrarfeltinum.

Grein 9:
Róðrarsambandið hevur heimild at revsa rógvarar, og onnur hjá kappróðarfelagi, ið sýna ósømiligan atburð undir róðri og undir ferðing millum heimstað og róðrarstað. Róðrarsambandið ásetir revsingina. Revsingin er bót og/ella burturvísing frá kappróðri. Frágreiðing um hetta verður í hvørjum einstøkum føri at senda viðkomandi felagi og rógvara. Víst verður til etisku leiðreglurnar “Góður atburður” hjá ÍSF.

[1] Broytt á aðalfundi í 2015

[2] Strikað á aðalfundi 2017