ALDURSMARK

Grein 1[1]:
Í barnaróðri skal rógvari fylla 12, 13 ella 14 í kappingarárinum. Við kappingarárið er at skilja tíðin frá og við 1. januar til og við 31. desember. Tó skal róðursmaðurin fylla 18 ár áðrenn 1. januar.

Grein 2:
Róðursmaðurin skal vera fyltur 14 ár áðrenn 1. januar. Hetta er galdandi fyri allar
bátastøddir.

Grein 3[2]:
Við 5-mannaførum við gentum og dreingjum skal rógvarin vera fyltur 14 ár áðrenn 1. januar, og rógvarin skal ikki fylla 18 ár áðrenn 1. januar. Tó kunnu tveir rógvarar fylla 14 ár áðrenn 1. apríl í sama kappingarári.

Grein 4:
Við 5-mannaførum og 6-mannaførum við kvinnum skal rógvarin vera fyltur 14 ár
áðrenn 1. januar.

Grein 5:
Við 6-mannaførum við monnum skal rógvarin vera fyltur 16 ár áðrenn 1. januar.

Grein 6:
Við 8- og 10-mannaførum skal rógvarin vera fyltur 16 ár áðrenn 1. januar.

Grein 7:
Í old girls og old boys skal rógvarin vera fyltur 35 ár áðrenn 1. januar.
Tó kunnu tveir rógvarar vera fyltur 30 ár áðrenn 1. januar.

[1] Broytt á aðalfundi 2017

[2] Broytt á aðalfundi 2017